Hvussu nógv skjótari verður tað at koyra av skipaneskrossinum - TopicsExpress



          

Hvussu nógv skjótari verður tað at koyra av skipaneskrossinum til havnar við skálafjarðatunnilinum?? Ella sagt á ein annan hátt, hvussu nógv er at spara í tíð og peningi ? Koyrir tú við loyvdari ferð er tað 20 min. skjótari við gjøgnum skálafjarðartunnilin og við vanligari brennievnis nýtslu sparir tú minni enn 2 litur, men tú skal gjalda tunnilsgjald. Siga vit 50 kr hvønn vegin so er tað ein 100 lappi fyri tunnil heldur enn 45 kr fyri brennievni. Úrslitið er at tú skal gjalda 55 kr fyri at spara 40 minuttir, men áðrenn tú hevur kann gjalda hesar 55 kr eyka skal tú hava arbeitt meira enn ein tíma fyri at hava peningin tøkan, tí tú skal eisini hava goldið skatt av hesum 55 krónunum. Eri eg "fair" við hesum roknistykkinum, so skal tú arbeiða ein tíma fyri at spara 40 minuttir. Vildi tað ikki veri lættari at arbeitt 1 tíma minni um dagin og so havt 20 minuttir í avlopi eftir at hava koyrt um brúnna um streymin?? Álvara tos steðga hasum ørskapinum, tí ein skálafjarðatunnil bjargar líka lítið Eysturoynni sum ein sandoyartunnil bjargar Sandoynni. Eg kann spyrja, hvussu nógv fólk búgva á Múla eftir at vegurin var gjørdur, ella um hvussu stór menningin er í Mykinesi og Koltri eftir at tyrlan fór at flúgva. Landsstýris og tingmenn skuldu heldur stuðla menningini í øllum landinum, heldur enn at amputera eina bygd fyri og aðra eftir, í tráðan eftir at byggja minnisvarðar eftir seg sjálvar. Tað er heilt ótrúligt hvat okkara fólkavaldu kunnu ditta sær til uttan atlit hvat teir gjørdu ella søgdu í gjár ella fyri einum ári síðan. Søgan hevur tað við at endurtaka seg, og sjálvt Adolf Hitler mundi iðra seg at hann gjørdi sama mistak sum Napolion við at leypa á Rusland. Eg síggi landstýrismannin í innlendismálum sum eina finnu í maktgirndini í okkara politisku skipan. Hann hevur gjørt tað sum baði hann og flestu okkara hava trúð tingið hevur biði um, men nú eru ikki nógvir sum vilja sita við greytarpottin saman við honum.
Posted on: Sat, 31 Aug 2013 22:32:30 +0000

Trending Topics



"min-height:30px;">
I luv It Everytime I Read It .... Beautiful Message 💬
youtu.be/LLmGwDO3r9E DALE CLICK A ESTE LINK Y VERAS COMO SE
God doesnt give us things we cant handle because there hard or
Mách nhỏ bản thân: - Một Mình vào xem trang cá nhân
To all my family and friends
Black Friday Deals Maxworks 40106 Four Drawer Roller Service
It was 29 July 2007,I left hometown to start professional career.
The Squalane Oil Review Sale. Store shopping product or service on

Recently Viewed Topics




© 2015