Diabetes norðurlandaráðstevna 7-9 juni 2013 Í døgunum 7-9 - TopicsExpress



          

Diabetes norðurlandaráðstevna 7-9 juni 2013 Í døgunum 7-9 juni var árliga diabetes norðurlandaráðstevnan hildin í Danmark, har umboð úr Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum luttóku. Úr Føroyum vóru umboðandi luttakararnir Allan Skaalum og Katrin Dahl Hanusson. Á norðurlandaráðstevnuni luttóku ung úr øllum omanfyri nevndu londum - undantikið Ísland. Tey ungu vóru ungdómsleiðarar – ella ung, ið vóru virkin í teirra diabetesfelag. Tilsamans vóru 11 ung; 6 úr Danmark, 2 úr Norra, og 1 úr ávikavist Svøríki, Finnlandi og Føroyum. Tey ungu vóru vóru partvíst fyri seg, men luttóku eisini til ymsar fyrilestrar saman við “teimum vaksnu”. IDF (International Diabetes Federation), ið er altjóða diabetes felagsskapurin, hevði eisini sína árligu ráðstevnu hesar tríggjar dagarnar. Fríggjamorgunin byrjaði við eini stuttari innleiðslu og kunning um ráðstevnuna. Eftir hetta vóru tveir fyrilestrar. Fyrri snúði seg um “nudging”, ið sambært orðabókini merkir at geva eitt lítið skump. Tosað var um, hvussu tað á bestan hátt ber til at ávirka fólk – bæði tilvitað og ótilvitað – at velja betru loysnina t.d. at eta sunt. Nakað av skemti varð tikið uppí, ið gjørdi fyrilesturin sera undirhaldandi. Seinni fyrilesturin snúði seg um sosialar ójavnar. Víst var á ymsar kanningar, har fólk, ið m.a. vóru verri fyri fíggjarliga, vóru í størri vanda at fáa diabetes 2. Seinnapartin var pallborðskjak um diabetes og sosialar ójavnar. Tey luttakandi vóru Sir Michael Hirst, formaður í IDF, Joao Valente Nabias, formaður í IDF Europe, Christel Schaldermose – nevndarlimur í ES umframt umboð úr Danmark, Noregi, Finnlandi og Svøríki. At enda tóku vit saman um og søgdu, hvat vit høvdu fingið burturúr degnum. Um kvøldið vórðu øll úr IDF og luttakararnir á norðurlandaráðstevnuni boðin á Kronborg slottið, ið innibar eina rundferð og ein betri bita í vínkjallaranum, har fólk fingu møguleika at práta saman. Leygarmorgunin byrjaðu tey ungu saman. Skráin byrjaði við nøkrum aktivitetum. Síðan hevði hvør ungur eina stutta framløgu um, hvussu ungdómsarbeiði og aktivitetir vórðu skipað í teirra landi ella umráði, og hvørjar verkætlanir vóru í gongd. Øll kundu so viðmerkja ella koma við hugskotum. Í Noregi hava tey m.a. sett eina verkætlan í gongd at hjálpa fólki við diabetes í Zambia. Tey ungu vístu hesum miklan ans, og er hetta ein verkætlan, ið fleiri kundu hugsað sær at arbeitt við í framtíðini. Alex Silverstein, ið hevur diabetes 1, greiddi frá sínum virksemi í Onglandi og um ráðstevnuna fyri ungdómsdiabetesleiðarar (YLD – Young Leaders in Diabetes) sum verður hildin annaðhvørt ár. Hann fekk starv sum ungdómsleiðari hjá enska diabetesfelagnum, eftir at hann hevði verið á YLD ráðstevnuni í Dubai í december 2011. Alex kom við áhugaverdum og kveikjandi íblástri, sum vit kundu taka heim við aftur í skjáttuna. Líggjas Samuelsen, ið er ungdómsleiðari í Føroyum, luttók eisini á YLD ráðstevnuni í Dubai. Komandi YLD ráðstevna verður hildin í Melbourne í Avstralia í november 2013. Áðrenn døgurðasteðgin skuldu øll skriva hvør sítt postkort til formannin í teirra diabetesfelag. Vit skuldu ímynda okkum, at vit vóru í 2015, og skriva hvørjar verkætlanir vóru í gongd og hvørji mál vóru rokkin. Eftir døgurðasteðgin hevði ein ungur úr hvørjum landi eina framløgu av postkortinum. Nevndarlimirnir í lokalu diabetesfeløgunum sluppu síðan at viðmerkja, hvørt teir stuðlaðu hesum verkætlanum ella ikki. Summar av ynskiligu verkætlanunum vóru sera kostnaðarmiklar eitt nú at fara til Afrika at hjálpa fólki við diabetes. Trong fíggjarstøða hjá fleiri diabetesfeløgum var millum annað atvoldin til, at summir nevndarlimir ikki vildu binda seg at stuðla júst hesum verkætlanum. Katrin, ið var føroyskt ungdómsumboð, bar fram ynski at fáa eitt samstarv millum sjúkrahúsið/diabetes ambulatoriið upp í lag, soleiðis at tá ein ungur fær staðfest diabetes í Føroyum, fær hann/hon eina kunning um diabetesfelagið, og hvat virksemi er har. Tað skal eisini standa honum/henni í boði at koma í kontakt við ein ungan, sum hevur diabetes. Diabetesfelagið hevði kunnað gjørt ein lítlan kunnandi faldara til hetta endamálið. Eitt annað ynski var at hava eitt árligt tiltak (í ein dag ella tveir) fyri ung við diabetes, har sálarfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, lækni og kostráðgevi vóru til staðar. Ynskiligt hevði eisini verið at fingið onkran uttanlands at havt fyrilestrar, so tað gjørdi tiltakið áhugavert hvørt ár. Ynskiligt hevði verið at komið runt allar Føroyar. Allan Skaalum, ið situr í nevndini í Diabetesfelagnum, helt hetta vera frálík hugskot. Tó kundi hann ikki lova nakað, tí serliga hetta seinna hugskotið/ynskið skal eisini fíggjast... * Fyrrapartin leygardagin vóru fyrilestrar, har fokus varð sett á diabetes, fyribyrging, upplýsing o.s.fr. Til hesar fyilestrarnar vóru “tey vaksnu”, meðan tey ungu tókust við ymiskt annað. Seint seinnapartin varð dagurin rundaður av við einum samandrátti, og síðan kundu øll fara útum at njóta góðveðrið. Tað er týdningarmikið fyri fólk við diabetes – og serliga føroyingar – at fanga tær sólstrálur, ið eru. Tað vísir seg nevniliga, at fleiri fólk við diabetes hava ov lágt D-vitamin tal. Sunnumorgunin greiddu nevndarlimir í danska diabetesfelagnum frá teirra árliga innsamlingardegi, har ung og gomul fara runt um alt landið við bússum at samla pening. Hetta er eitt sera gott ískoyti fyri diabetesfelagið í Danmark. Eftir hetta høvdu norðurlondini hvør sína stutta framløgu um teirra virksemi o.o. praktisk viðurskifti. Síðan varð tikið samanum og fólk fingu høvi at práta saman, áðrenn øll fóru hvør til sítt. Samanumtikið ein sera áhugaverd ráðstevna við nógvum góðum íblástri
Posted on: Sun, 23 Jun 2013 14:51:51 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015