Eg havi sligið persónliga rekord í dag. Vit halda 85 ára - TopicsExpress



          

Eg havi sligið persónliga rekord í dag. Vit halda 85 ára føðingardagin hjá verfaðir Karl í dag og her verður serverað eitt heilt gomburlamb úr Íslandi, sum vigar 28 pund og sum hevur gingið á Húsavíkarleiðini á Norðurlandinum. Tjógvini eru útbeinaði og vundin saman við hvítum bummullstráði. Somuleiðis síðurnar við hárygginum og mjóðryggi uppi í. Hetta verða rullusteikirnar, sjálvandi fyltar við sviskum. Bøgirnir eru einans saltaðir og stoktir. Í hinum eru rosemarin nálir, hvítleykur og salt. Øll bein vóru kókaði til bót. Og rekordin liggur í sósini. Vanliga brúki eg fýra spísiskeiðir av mjøli, tá vit eru fýra til seks fólk til døgurða og hesuferð fóru 20 skeiðir í sósina, sum varð uppbakað. Tað krevur sin mann at røra 20 spísiskeiðir av mjøli til eina leskiliga sós uttan at klumpar koma í. Leggjast skal aftur at, at ongin supputerningur er í sósini og hon smakkar av lambi. Veldst tað sum sós, hevði eg ikki fýrt fyri at verið kokkur fyri 20 monnum umborð á skipi.
Posted on: Thu, 08 Aug 2013 17:10:53 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015