Kæru tit kristnu, ið dáma væl at fortelja okkum gudloysingum, - TopicsExpress



          

Kæru tit kristnu, ið dáma væl at fortelja okkum gudloysingum, at tit ikki øll eru trongskygd og fordømandi í hugburði. So er tað nú. Hetta er tykkara kjansur at prógva at tað passar, sum tit siga. Tað er nú tit eiga at tala at Jenisi og taka frástøðu frá honum líka harðliga, sum tykkum dámar at tala at okkum. Og verið erlig: vita tit nakran gudloysing í Føroyum, sum hevur sagt nakað, hvørs andstyggiligheit yvirhøvur kann samanberast við tað, Jenis her sigur? Er tað ikki uppá tíðina, at tit gevast at lata sum um tað eru vit gudloysingar, ið eru immoralsk, tá tykkara medkristnu uppføra seg soleiðis við tykkara tøgn sum vælsignilsi? - Heini »Guds mening er, at vi som individer skal leve et trygt og fredfyldt liv sammen med ham den almægtige herre. Men i stedet trækker de homoseksuelle et ødelæggende spor af modløshed, druk, misbrug, isolation, ydmygelse og selvmord efter sig. Det kan ikke være anderledes, når man ikke lever det liv, man er skabt til at leve.« Jenis av Rana, Dagbladet Information, 24. oktober 2013
Posted on: Thu, 24 Oct 2013 13:02:46 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015