Meðan politikarar okkara stríðast sítt tunnils-, silda og - TopicsExpress



          

Meðan politikarar okkara stríðast sítt tunnils-, silda og makrelstríð skínur sólin í morgun og havi sett meg út á veranda mína, sum endiliga er komin undir land, so eg kann sita á henni. Gott handverk, men tað hevur tikið sína tíð at fáa hana lidna, og nú er summari farið at halla, men tokan hevur verið so tøtt, at sóldagarnir í seinastuni ikki hava verið so nógvir. Føroyar eru eitt vakurt og gott land, sum vit hava at liva í. Vit hava eitt gott fólk, ein góðan og raskan ungdóm, sum sjálvandi ikki er, sum hann var fyrr, men nær hevur ungdómurin verið tað. Tað sum eg kenni til okkara ungdóm er, at hann er bæði raskur og hevur áræði og hann eigur at fáa møguleikar til at trívast væl her í landinum og ikki lata seg toga burtur í onnur lond – ikki ov leingi í hvussu so er. Tí má tann politiski veruleikin eisini hátta seg so, at ungdómurin ikki missir álitið á teimum - við hvørt alt ov monomanu politikarunum. Teir eru jú hundaræddir fyri at missa atkvøður til hvønn annan. Barst verður í løtuni av øllum alvi fyri tær potentiellu tunnilsatkvøðurnar. Politikkur sum hugmyndafrøði og at viga virði upp móti hvørjum øðrum er farið, tíverri. Sjálvandi koma vit skjótar fram gjøgnum tunlar og kunnu sjora kring landið sum vit vilja. Men eitt er vist, og tað verða ikki tunlar, sum í sjálvum sær gera at fólkði fer at vaksa og búskapurin at mennast. Her skulu aðrir bollar í suppuna. Tað sum krevst fyri at byggja land er sjálvsálit, uppfinnsemi, kreativitetur, áræði og ein víður sjónarringur. Her sigi eg sum tað var sagt í eini reklamu fyri onkrum drekkandi: Tað hjálpir bert upp á eitt: tosta. á talan er um tunlar, so er bert eitt vist og tað er at tað verður lættari at koma fram. Restin er bert gitingar, sum vit einki vita um. Tá tað um politikk ræður ,so eiga politikararnir at hugsa seg um. Vit fáa eftir øllum at døma onga tunnil í morgin ella í tey fyrstu árini, so latum okkum, meðan vit bíða ikki gloyma alt tað annað, sum landið okkara tørvar av sosialum, mentanarligum, útbúgvingarligum, heilsuligum og vinnuligum ábøtum . við teimum vónríku orðunum hjá Símuni av Skarði í huga: Tá fleyg í loft upp starin og sang eitt fagurt ljóð tá birtist vónin aftur Í barmi ljós og góð ... Tí starin er so vorðin at vónin er hans alt ta stund, hon hvørvur burtur er lívið myrkt og kalt. Góðan sunnudag øll somul henda vakra sunnumorgun í Havn, nú hann, sum øllum valdar sendir okkum eina sólstrálu.
Posted on: Sun, 18 Aug 2013 10:54:39 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015