Orrustan vestan fyri Sumbiarhólm, tá áttamannafarið Jarnfossur - TopicsExpress



          

Orrustan vestan fyri Sumbiarhólm, tá áttamannafarið Jarnfossur úr Sumba tók brestka trolaran Dromio úr Hull. Eitt áttati ára gamalt minnið Tað var tann 4. august 1933, at Tummas hjá Marsilju og Pól á Økrum tóku bretska trolaran »Dromio« á Sumbiargrynnuni við einum føroyskum áttamannafari. Miseyðnaðist henda royndin hjá hesum báðum djørvu sumbingunum, at gera seg inn á eitt skip, sum sigldi undir Union Jack, so fóru teir báðir í bolt og jarn. Hetta summarið fyri áttati arum síðan var so sjáldsama vakurt og gott, at leitast skuldi heilt aftur til 1880 at finna nakað líknandi. Gras- og eplavøksturin var av tí mesta; men svartaspilla, rótaormar og gularótsflugur vóru vøkstrinum til miklan bága. Í grannalondunum lá eisini heldur óvanligt veður. Í Noregi var so turt, at vatn varð selt fyri 2 oyru liturin, meðan tað í Íslandi var áarføri, so at siga hvønn einasta dag. Góð fiskiár hjá føroyingum undir Íslandi Árini fyrst í tretivunum vóru góð til fiskiskap undir Íslandi, og vórðu kallað rokárini á Suðurlandinum. Árið fyri sum hesin tilburður, ið her skal sigast frá, tók seg upp, gingu vágssluppirnar »Laura« hjá tjørnamonnum og »Immanuel« hjá garðamonnum burtur í sama ódnarveðri, og fóru heilir 38 mans í Harrans hendur hesa ódnina, ið tá leikaði á. Í sama ódnarveðri var Jóhan hjá Diasi skipari á »Norðfarinum«. Hann segði frá óføra góðum fiskiskapi á Suðurlandinum, og at tað var alt føroyafiskur við hvítum royggi, sum knappliga hvarv, tá ið íslandsfiskurin kom í staðin fyri. Ikki so lítil andsøgn til tað, ið fiskifrøðingar nú á døgum leita eftir, tá teir vilja vera við, at lítil og eingi prógv eru fyri, at føroyski fiskurin flytur úr føroyskum sjógvi. Hetta var so ein niðurstøðan hjá Jóhan hjá Diasi. Hann var tiltikin fiskiklógv og haraftrat tiltikin skilamaður á sjónum. Góð fiskiár hjá bretum undir Føroyum Seinni versnaði fiskiskapurin hjá føroyingum undir Íslandi munandi, og fiskaprísirnir fóru sama veg. Í enskum fiskivinnutíðindum fyri 1932 varð sagt frá, at fiskimiðini undir Føroyum vóru nógv tey ríkastu hjá bretum í fremmandum sjógvi. Serliga nógv fingu teir av toski, hýsu, kalva, reyðsprøku og tungu. Bretar fiskaðu fyri einar 20-22 mió. kr. árliga tey árini, vistu bretsk fiskivinnutíðindi at siga. Hetta var tann øvugta verð. Føroyingar sjálvir rýmdu undan Føroyum, og leitaðu til Íslands og Grønlands at royna við húkinum, meðan bretar við trolinum gjørdu sær dælt í føroyskum sjógvi. Bretar ertaðu føroyingar Hesi viðurskifti dámdu føroyingum lítið, og mangan rann blóðið heitt, tá bretar trolaðu í klettin, og føroyingar ikki fingu í pottin. Henda ránsveiða tók lívsgrundarlagið undan føroyingum. Hetta vistu teir, og hetta var dagligt umrøðuevni í Pollinum, Kerinum og víða hvar, har menn annars hittust á máli. Men ein penan dag gekk toran nakað nær, og nú skuldi ikki bíðast longur eftir donskum kanónum, kasjettum og snórum. Nú var nóg mikið Um hásummarið var nógv at gera í bønum, sum rímiligt var. Sumbingar, ið heima vóru, royndu at fáa hoyggið til høldar meðan larmurin frá rokfiskiskapinum hjá trolarunum á Sumbiargrynnuni ertaði teir meira og meira. Hetta var sjálvur kovin hjá sumbingum, ið bretar nú høvdu brotið seg inni í. At taka yvirvaldið í egnar hendur, lá føroyingum so fjart sum nakað. Men – okkurt mátti gerast hendan góðveðursdagin. Nú gekk teimum nær, og hjá tveimum teirra ov nær – og gjørdist dagurin teimum serliga minnisríkur. Annar teirra var Pól á Økrum – Poul Johannes Midjord –, ið var 34 ára gamal og hevði verið á sjónum síðan hann var á 16. ári. Hann hevði verið á Suðurlandinum flestu árini, og seinastu 10 árini hevði hann búð í Sumba, hagar hann var giftur. Hin var Tummas hjá Marsilju – Tummas Joensen; – hann var 26 ára gamal og hevði verið á sjónum, síðan hann var á 10. ári. Fjúrtan ár hevði hann roynt undir Íslandi, eina tíð undir Grønlandi og eini 2 ár hevði hann siglt við trolara. Tummas hjá Marsilju var staddur í Víkarbyrgi, har hann hevði funnið sær gentu, og Pól á Økrum var í bønum í hoyna. Hann fór við sjógv á baki til gongu líka til Víkarbyrgis eftir Tummasi at fáa hann í bát við sær. Báturin hjá Tummasi kallaðist »Jarnfossur«, og hann lá á Pollinum. Atsóknin Hetta skuldi ikki ganga longur, og tá ið danska sjóverjan einki gjørdi við málið, máttu teir taka tað í egnar hendur. Danir løgdu størri dent á at røkja handilsviðurskiftini landanna millum, enn at røkja vaktartænastu í føroyskum sjógvi. Teir høvdu góðan marknað fyri donskum landbúnaðarvørum í Onglandi, og vildu tí gera sum minst fyri ikki at órógva fiskiskapin hjá bretum undir Føroyum. Á leiðini heimaftur úr Víkarbyrgi, sum var ein rættiliga stór bygd tá, løgdu Pól á Økrum og Tummas hjá Marsilju saman ráð, og um sjeytíðina um kvøldið loystu teir úr Pollinum. Ikki slapst aðrar vegir enn út gjøgnum Sund, og tá sóu teir á skipinum sum vituligt er bátin. Hetta vistu teir væl og løgdu tí norðuryvir fyri at trolaraskiparin ikki skuldi halda annað enn, at teir fóru aðrar leiðir. Men hetta frálíka fríggjakvøldið 4. august 1933 skuldi taka seg øðrvísi upp, enn mangur hevði grunað, tá teir løgdu út undan Beinisvørði í áttamannafarinum. Ørindi teirra henda dagin vóru alt annað enn vanlig. Teir høvdu mannað seg upp til at taka skip undir Union Jack, og tað var hvørki gerandiskostur ella hvørs mans føri. Ikki lá sumbingum á at taka ófriðarkroppar, men »Íslandsfalkin«, ið var verjuskip Føroya, sóu teir lítið til, og tá var ikki nógv annað at velja í enn at royna sjálvir. Teir báðir, ið høvdu loyst áttamannafarið úr Pollinum, fóru nú eins og tá ið Dávid á sinni fór ímóti Goliat. Teir bóðu Gud vera við sær og litu annars á egna mátt og megi. Ætlanin var at taka knattstøðuna og navn og nummar á trolaranum, og síðan melda tilburðin til yvirvøldina. Teir sigldu av Flesini í ein útsynningsunnan, og tá ið teir vóru á linju við trolaran, royndi hann vesturyvir úr Hólminum. Knørr við knarrarborð Tað var ein sera spent og djørv støða, sumbingar vóru í, tá teir 20 minuttir seinni óttaleysir løgdu knørr við knarrarborð, og ivaleyst hevur stríðið í Hjørungavági ikki verið teimum fjart úr minni. Skuldu teir vinna henda leik, máttu teir nýta vit og skil, og so varð gjørt. Teir spentu bogan og lótu ørvar fara av strongi. Teir vistu, at bara nakrar viðafjalir skiltu teir frá havsins botni, men kortini løgdu teir borð um borð við eitt av havsins stóru skipum undir Union Jack. Hittust teir í Hjørungavág, – sólin skein so víða, – klæddust í hjálm og ringbrynju, og ruku saman at stríða. Sumbingarnir vistu sjálvandi, at tað var ikki hvørs mans føri at leggja seg út í stríð við bretar, sum tá á døgum erpaðu sær av sínum heimsveldi. Eingilskmannin høvdu teir hoyrt um síðan barnsbein, og »Rule Britannia, Britannia rules the waves« var mangan komin teimum fyri oyrað. Eins væl og teir vistu, at hetta vóru havsins harrar, eins lítið løgdu teir í tað, tá um galt at verja lívsgrundarlag føroyinga. Eingin kumpass var umborð, men tað bilti ikki, tí klárviðrað var allan dagin, líka til teir nærkaðust trolaranum. Tá legðist eitt mjørkatám um norðara endan á oynni. Teir tóku eina linju gjøgnum Fámarasund, soleiðis, at Flesin – sum sundið skilir frá landi – varð leys av berginum, ið liggur á syðra armi út úr Botni. Við at leggja hesa linjuna tvørtur yvir motorbátinum, rann hon beint á sjálvan trolaran, ið tá lá ein hálvan fjórðing sunnan fyri teir. Tá teir komu aftur at landi, boðaðu teir øvrigheitini – soleiðis sum sýslumaðurin tá varð kallaður – frá. Kortini mátti hetta sigast honum fleiri ferðir við ávaring um, at kom málið ikki víðari, so varð tað meldað til hægri myndugleikar. Øvrigheitin mátti boyggja seg. Hon hevði fingið ein staðfestan, vitnisfastan tilburð at taka støðu til. Sostatt slapp hon ikki undan at taka málið upp. Tíðin gekk so, til teir knappliga ein dag fingu boð um at møta fyri rættinum í Havn. Hesi serligu boð vórðu ikki borin teimum persónliga ella í rútakonvolutti, men knappliga ein dag fingu teir at vita, at teir skuldu til Havnar, beinanvegin, at møta fyri rættinum. Teir fóru í skundi til Loprara og við báti til Vágs, har teir akkurát kláraðu um borð á »Tjaldrið«, ið hevði floytað fyri aðru ferð. Umborð vóru seks kendir menn av Tvøroyri, og ikki minni kendir menn tóku ímóti teimum á Havnarkei. Teirra millum sakførarin hjá George Double, Christensen, sum hevði verið í bankanum eftir 10.000 kr. at bøta við. Rættarfundurin Á rættarfundinum í Føroya rætti leygardagin 19. august 1933 tók so næsti leikur seg upp. Greitt var frá fyrstu løtu, at yvirvøldin legði dent á at fáa vitnini at vera ósamd, soleiðis, at trolarin varð fríkendur. Tað eydnaðist eisini at fáa ójavna í, men tó ikki so mikið, at trolarin slapp snikkaleysur. Pól segði seg hava tikið eina linju av Skorafossi yvir eitt við norðurendan á Sumbiarhólmi, og helt hann tá, at trolarin lá ein fjórðing innan fyri sjómarkið. Tummas segði seg hava tikið eina aðra linju yvir høgan á Hólminum, miðskeiðis um norðaru helvtina yvir í Skorafoss. Meðan Pól vildi vera við, at kyrrindini lógu hesa løtuna – um 8-tíðina á kvøldi – og tað tók teimum 32 minuttir at sigla frá trolaranum suður á syðra enda á Sumbiarhólmi, vildi Tummas vera við, at eystfallið var teimum til vildar og setti teir eftir einum hálvum tíma suður á endan av hólminum. Ikki høvdu teir talað um hesar niðurstøður áðrenn teir, uttan at vita av hvørjum øðrum, hvør í sínum lagi greiddu rættinum frá tilgongdini. Hesin ójavni um sjóvarfallið í frágreiðingini hevði tó ongan týdning, tá tað vísti seg, at um linjan gjøgnum Fámarasund varð longd suðuryvir, var trolarin kortini liggjandi 3.800 metrar úr næsta landi, Sumbiarhólmi, og 0,8 fjórðingar innan fyri sjómarkið, um fráleikin millum bátin og trolaran var hálvan fjórðing, tá ið knattstøðurnar vórðu tiknar. Eftir frágreiðingini frá vitnunum staðfesti rætturin síðan, at nóg væl var grundgivið fyri, at trolarin var innan fyri mark; men um hann hevði trolað innanfyri, tað var ein onnur søga. Sjóforkláringin George Henry Double varð føddur í Gorluston 11. september 1888, og hann var trolaraskipari. Hann varð prinsipielt ákærdur fyri brot á § 1 í lóg nr. 90 frá 1. apríl 1925 fyri Føroyar um forboð móti fiskiskapi við botntroli, og hann varð skuldsettur fyri at hava trolað vestur úr Sumbiar bygd tann 4. august 1933 við kolfýrda damptrolaranum »Dromio« nr. H 94. Hulltrolarin »Dromio« var ein av fleiri gomlum, kolfýrdum, sokallaðum Hellyers-trolarum. Ein av slagnum varð bygdur 1910, og æt eisini »Dromio«. Hann varð tikin og søktur í 1915, meðan hesin, ið nú royndi á Grynnuni, varð bygdur í 1929, og sostatt rættiliga nýtt skip. Eisini varð skiparin skuldsettur fyri brot á § 2 í somu lóg fyri at hava siglt við nevnda trolara í hesum sjóøki og ikki hava stúvað reiðskapin til síðis. George Henry Double var annars eisini dømdur – hóast hann noktaði seg sekan – fyri at hava trolað undir Íslandi 6 ár frammanundan, men hevði annars ongan annan dóm hangandi yvir sær. Skiparin segði, at hann hevði skotið trolið kl. 8 á morgni tann 4. august 1933, fýra til hálvanfjórða fjórðing úr landi í Sumba. Hann hevði tikið landkenning í Bergstanga yvireitt við Kobbatanga og Sumbiar kirkju yvireitt við lægdina í Sumbiarhólmi. Hann segði seg hava roknað hesa knattstøðuna fyrr, og eisini hevði hann tosað við sumbingar um hana, og visti hann frá teimum at siga, at helt hann seg uttan fyri hesa landkenning, so sum hann ætlaði sær at gera henda dagin, so var hann uttan fyri sjómarkið. Hann fór so at trola í ein útnyrðing, segði hann, men av tí, at mjørki legðist, gavst hann við fiskiskapinum um miðdagsleitið og legði einar 6-7 fjórðingar úr landi. Um seks-sjeytíðina um kvøldið tók hann trolið inn, segði hann, og lá mjørkin tá ein til hálvanannan tíma longur, tá ið hann klárnaði. Hann sá Munkin um áttatíðina, og helt hann seg tá vera einar 3 fjórðingar haðani. Tá segði hann seg eisini hava tosað við tveir mans, sum vóru komnir undan landi við motorbáti, og tá segði hann seg ikki at hava trolað seinastu tveir tímarnar. Tá ið hann sá motorbátin nærkast, sigldi hann ímóti honum við lemmunum hangandi uttanborða og netinum á dekkinum. Hann legði dent á, at hann hesa løtuna ikki kom inn á sjóøkið, tí meðan hann tosaði við menninar í bátinum, sá hann Sumbiar kirkju yvireitt við Sumbiarhólm og hevði Munkin í ein eysturhallan landsynning. Trolarin slapp gjøgnum meskarnar Rætturin dugdi ikki at síggja nøkur prógv fyri, at trolarin hevði trolað hendan dagin. Hann helt, at sumbingar kundu ikki hava sæð hetta so langt burturi sum teir vóru staddir og dømdi tí ikki trolaran fyri at hava fiskað innanfyri. Sjálva orsøkina til, at Pól á Økrum tendraði uppi í bønum, rann til Víkarbyrgis eftir Tummasi hjá Marsilju, sum átti bát liggjandi í Pollinum, og báðir við sjógv á bak aftur til Sumbiar, tók rætturin ikki undir við. Sum skilst, so var tað bara yvirvøldin í Havn, sum einki kendi til ránsveiðuna hjá bretum undir Føroyum. Hinvegin kundi tað ikki burturvísast, at trolarin ikki hevði stúvað fiskireiðskapin til síðis, meðan hann var innan fyri sjóøkið, og ákærdi varð tí – samsvarandi tí subsidiera pástandinum – dømdur at rinda ríkiskassanum 500 kr. í bót og í øðrum lagi 10 daga hefti, varð bótin ikki goldin. Pól á Økrum var av miðgerðaslagnum í Kollafirði – langabbasonur Pól á Miðgerði – og hann greiddi mangan frá hesum serstaka tilburði. Skiparin segði seg bara hava fingið átta kurvar, og hevði holvt fýra kurvar av fiski niður í bátin til teirra. Hann var kendur í landi eins væl og á sjógvi, og mangan slapp tað betra slagið við honum niður at selja. Tað segðist, at hann umborð hevði ein so góðan kikara, at hann sá hvørja hønu á landi. Baktankin við óbiðin at hava holvt nakað av fiski niður í bátin til svangar føroyingar var greiður. Sumbingar lótu seg tó ikki tøla av hesum blíðskapi, men meldaðu skipið til sýslumannin, tá ið teir komu aftur til lands. Rættargongdin Í rættinum var annar teirra biðin um at koma inn, ið betri kundi svara fyri seg, og hetta læt Pól ikki á sær sita. Hann fór innar í rættarhølið og fekk beinanvegin frá dómaranum at vita, at hann skuldi tosa danskt, og at hann kundi rokna við eini bót uppá 3.000 kr. ella enda í tukthúsinum, um hetta var ein skrøna, ið hann og Tummas báðir høvdu funnið uppá. Kundi hetta ikki prógvast, so var skansin teimum vísur. Pól svaraði sinniliga, at hann var fegin um, at onkur tók málið í álvara, men at tað fór at verða av ongum, at hann tosaði danskt við ein føroyskan dómstól. Hann segði seg vera føroying, at hetta vóru føroysk viðurskifti og føroyskt sjóøki, trolarin hevði verið inni á. Henda støða kom dómaranum illa við, og hann spektist ikki sørt av hesum prúða sumbinginum, ið hann hevði framman fyri sær. Tá tað soleiðis stóð í botni eina løtu, blotnaði Pól nakað og segði so, at tá dómarin í øllum sínum lærdómi var so illa fyri, at hann ikki dugdi at tosa føroyskt, so skuldi hann tosa danskt, sjálvt um hann ongantíð hevði sitið á skúlabonki. Pól greiddi síðan rættinum frá, at hann kendi George frá Suðurlandinum, har hann hevði eygleitt fiskiskap hansara. Hvussu skjótt, hann skjeyt trolið og tók tað innaftur, fyri at ikki ov nógv skuldi koma í, og sama atburð hevði hann sæð skiparan hava á Grynnuni. Dómarin spurdi hann nú, hví hann hevði verið so illavorðin at melda henda fitta skipara, sum hevði givið honum heilar fýra kurvar av fiski. Til hetta svaraði Pól, at hann var fostraður av góðum kvinnum og monnum og honum tørvaði einki, hvørki til matna ella klædna, og at tað fór at verða av ongum, at hann fór at selja seg og føroyingar allar fyri nakrar fiskar. Dómarin visti soleiðis frá fyrstu løtu av, at hann var í andstøðu til sumbingarnar. Honum fall hetta jú ikki serliga væl, at vinmenn úr Onglandi vóru endaðir fyri rættinum, meldaðir av simplum fólki. Heitt blóð í einum sumbingi og ikki kalt mjólkavatn. Eisini royndi dómarin metingarevnini hjá Póli, tá ið hann vildi halda honum til við at spyrja, hvussu langt tað var av Havnarvág og út á Glyvursnes. Undirmetingin av meiniga manninum lá í luftini, og hetta elvdi til látur, serliga hjá enska konslinum, sum kortini brátagnaði, tá Pól segði rætta málið eftir einari løtu, og skammaði menn út, at teir ikki skuldu kenna longdina á egnari vág. Hart gekk fyri seg í rættinum hjá ókunnugum manni, hvar alt, sum gerast kundi, varð gjørt til tess at fáa hann niður við nakkanum. So vítt gekk tað ta einum ferðina, at sakførarin Christensen, ið verji var hjá George, tók í bringuna á Póli fyri at fáa hann at leypa framav. Ístaðin fyri at sópa hann til viks, beit Pól á kampi og segði sinniliga, at um hann ikki tók fingrarnar burtur, so skuldi hann vísa honum, at tað var heitt blóð í einum sumbingi og ikki kalt mjólkarvatn. Stýrimansnæmingar, ið komnir vóru at lurta eftir rættarmálinum, hildu sær sum vituligt er at gamni og brustu út í skellilátur hesa løtuna. Soleiðis fór leikur fram, tá tað betra slagið skuldi gera sær dælt av stríðnum hjá føroyska fiskimanninum fyri lívsgrundarlagi sínum. Fútin, ið hevði fylgt við málinum, segði við Pól aftan á rættarfundin, at hann hevði ikki trúð, at hann fór at koma so lætt burtur úr hesum máli sum hann gjørdi. Til hetta svaraði Pól, at hann skuldi kanska havt tikið í herðatoppin á Christensen og víst honum, hvat tað hevði at siga at verða tikin á hondum í rættinum. “Íslandsfalkurin” á Víkini Dómur fall í málinum, og so skuldi málið verið avgreitt, men so var ikki. Út á heystið kom »Íslandsfalkurin« ein sunnumorgun inn á Víkina í Sumba, og amtmaðurin var umborð. Tummas var í Víkarbyrgi hjá gentuni, og Pól var burturi í haga. Báðir vóru teir av forstandarskapinum bidnir um at koma umborð á verjuskipið á miðdegi sama dag. Framferðin var tann sama sum fyrr. Teir, ið stríddu tað góða stríðið, vóru viðfarnir sum búrkroppar av yvirvøldini. Pól fór í klædning og gummistyvlar, setti føroyska húgvu á høvdið og fór so við forstandarskapinum út til Íslandsfalkin. Komin at borði, bað amtmaðurin hann tó fara heimaftur og hava Tummas við sær ein tíma seinni. Skiparin hevði bjóðað amtmanninum døgurða, og døgurðan skuldi eingin sumbingur órógva teimum. Hugmóðin frá dønum var eyðsýnd, og tá so var segði Pól við amtmannin, at so fór hann eisini heim til ein betri døgurða og ætlaði at geva sær góðar stundir. Tað gjørdi hann so eisini, og legði seg afturá eftir døgurða. Tímin var tó ikki meira enn gingin, tá Íslandsfalkurin tók í floytuna. Øll bygdin var sum vera man á fótum og fylgdi við hesum óvanliga leiki. Nógv fólk hevði leitað sær út í Pollin, og millum teirra var eisini Dánjal Jóhan í Hvítini, sum var skiparalærdur. Pól bað hann koma við sær umborð. Sunnudagur var, og einki annað gjørdist kortini. Komnir at borði fyri aðru ferð henda sunnudag, spurdi Pól sjefin, um ikki menninir, hann hevði við sær, kundu sleppa umborð, tí orlogsskipi høvdu teir ongantíð verið umborð á í lívinum. Sjefurin, sum var skarpur á at líta og myrkur í andlitinum, sortnaði enn meira, men gav teimum kortini loyvi at koma umborð við, hóast tað dámdi honum lítið. Hann var heldur hvattligur, hongdi ein kikara um hálsin á Póli og bað hann koma upp á brúnna við sær. Hann sigldi vestur á Grynnuna og segði seg ikki skilja hasi sjómerkini vesturi við Fámjin, sum Tummas og Pól høvdu mett seg eftir, tá ið teir tóku »Dromio«. Komnir á leiðina, vórðu tveir menn bidnir um at máta út, men høsnaðust kortini so leingi uppi yvir hesi uppgávu, at Íslandsfalkurin fall av í eystfallinum og vestanvindinum. Sjefurin fekk nú tvey orð frá Póli um danskan sjómansskap, ið høvdu við sær, at hann bað henda orðaríka sumbingin taka róðrið og sjálvan leggja afturáaftur. Síðan fóru teir í bestikkrúmið, og tá tók sjefurin tað kortið, sum nýtt varð í rættinum, og har peilingarnar hjá Póli og Tummasi vóru strikaðar inn. Nú skuldi slagið standa – enn eina ferð, á víðum havi. Hesa ferð við gullsnórum á kasjettum og ermum, umboðandi donsku statsmaktina øðrumegin og – enn eina ferð – ólærdar, men djarvar føroyingar hinumegin. Viðhald á øðrum sinni Tá ið avtornaði, var munurin millum peilingarnar hjá áttamannafarinum hjá sumbingum og danska orlogsskipinum einans 6-7 metrar. Tá vísti sjefurin seg sum ein mann og segði, at George Double og bretski trolarin skuldu havt fingið nógv størri mulkt. Nú vórðu menn bodnir niðurundir, eisini Dánjal Jóhan í Hvítini, og gott slag varð sett á borðið, meðan Falkurin sigldi innaftur í Pollin. Tosað varð um henda heilt serliga tilburð, har eitt áttamannafar hevði tikið, og fingið dømt ein bretskan trolara; og vónir vórðu settar til sjefin á verjuskipinum um, at hann fór at ansa betur eftir bretsku veiðutjóvunum í framtíðini. Men – eingin var tikin áður, og fáir vórðu tiknir seinni. – – – Prátið gekk so væl, at amtmaðurin var farin í land ein túr, meðan menn sótu og hugnaðu sær. Pól segði so at enda við skiparan, at nú fór at ilskast í sjónum og brim fór at koma í Røstina, so at skilabest var, at hann slapp sær avstað sum skjótast. »Jeg kan ikke li’ dette forbandede farvand,« segði skiparin, sum beinanvegin fór at túta eftir amtmanninum. Hann kom umborð stutt aftaná, og sumbingar fóru frá borði. Hví kom “Íslandsfalkurin” aftur til Sumbiar ? Eftir stendur so spurningurin um, hví Íslandsfalkurin kom til Sumbiar langt aftaná at dómur var fallin í málinum. Tá ið hugsað verður um ørindini, kann niðurstøðan bara verða hon, at orlogsskipið skuldi gera sínar eftirmetingar av, hvussu eftirfarandi Tummas hjá Marsilju og Pól á Økrum høvdu verið. Teir høvdu lyft próvbyrðuna í rættinum væl og virðiliga – hóast ágangin har – og fingið dóm til frama fyri sínum pástandi. Kundi próvbyrðan reingjast, so kundi málið takast uppaftur. Til gagns fyri hvønn? spyrja vit so. Jú, sjálvandi til gagns fyri tann dómfelda, sum var bretski skiparin George Henry Double og »Dromio«, H 94, úr Hull. Men tað eydnaðist jú ikki. Hví skuldi danska marinan og danski amtmaðurin í Føroyum so renna ørindi fyri bretar? kunnu vit spyrja. Og svarið kann bara vera, at tað var ein felags áhugi í at knúska Føroyar og føroyingar til fyrimuns fyri handilsligu áhugamálini millum Danmark og Bretland. Slagið á Grynnnuni vunnu djarvir, ólærdir sumbingar, sum tóku valdið í egnar hendur. Teir vóru uppiímóti sterkastu kreftunum, sum tá stýrdu samfelagnum. Og teir vunnu á órættinum. Áttamannafarið Jarnfossur úr Sumba vann søguligan sigur á kolfýrda trolaranum úr Hull!
Posted on: Sun, 18 Aug 2013 20:38:16 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015