So er hendan Nevza kappingin komin at enda. Finalan hjá monnum - TopicsExpress



          

So er hendan Nevza kappingin komin at enda. Finalan hjá monnum var millum Svøríki og Norra. Eg havi aldri uppliva nakað líknandi! Norra var frammanfyri 2-0 í settum. Tá vit komu í høllina var Norra langt frammanfyri í 3. setti, Svensku menninir tóku seg saman og komu upp á javnt og liðini fylgdust uppeftir. Hetta setti endaði við at Svøríki vann heili 39-37! 4. sett var eins og 3. Norsku menninir fóru undan og var støðan 19-13 til Norra, tá svensku menninir aftur tóku annað skinn um bak og komu uppá 19-19. Teir vunnu setti og eitt 5. sett skuldi spælast. Hetta setti gjørdist sera javnt og endaði 15-13 til Norra. Spennandi og sera áhugaverd finala. Sjálv um teir,, á báðum liðnum burdu havt nervar og eg veit ikki hvat, so sást tað ikki á teimum. Teir servaðu og smashaðu akkurát líka hart og væl, sum um støðan bara var 5-5 :) Fantastiskt! Vit hava nógv at læra, men kunnu vera væl nøgd við innsatsin hjá gentunum sum endaðu á einum 4. plássi, frammanfyri Ísland og England. Tað kundi gingið betur hjá dreingunum, sum endaði á 6. plássið. Til tíðir vístu teir gott spæl og kempaðu væl! Um ca 2 vikur verður U17 í Onglandi.
Posted on: Thu, 17 Oct 2013 14:22:19 +0000

Trending Topics



I-have-been-reminded-of-the-pure-stigma-against-pitbulls-topic-10204605272468193">Today I have been reminded of the pure stigma against pitbulls.
Perché un sistema del genere funzioni, però, non basta la

Recently Viewed Topics




© 2015