Summi halda, at eg og Johan bara fóru inn í Fámara uttan at - TopicsExpress



          

Summi halda, at eg og Johan bara fóru inn í Fámara uttan at spyrja um loyvi áðrenn. At vit eru sokallaðir bezettarir. Men tað sum veruliga hendi var: Eg og Johan hoyrdu um hetta staðið í Suðri, sum ongan góðan hevði havt í fleiri áratíggjund. Vit fóru har, hugdu og bestemmaðu okkum so - Her tíma vit at búgva og uppbyggja staðið og skapa tað til eitt paradís til øll, eisini til tey sum ikki passa inn í samfelagið av eini ella aðrari orsøk. Vit ringdu so til Búnaðarstovuna og søgdu: "Vit ynskja at búgva í Fámara.. Hvat skulu vit gera?" Rolvur Djurhuus vegleiddi okkum og segði, at Búnaðarstovan hevði onki við tað at gera beinleiðis, tí teir høvdu ansett ein uppsýnsmann, sum hevði alt við Fámara at gera. Vit fingu so navnið og adressuna hjá uppsýnsmanninum frá Rolvur Djurhuus. Vit kontaktaðu viðkomandi, og hann var bæði blíður og týður og segði, at vit gjarna máttu flyta til Fámara og at tað faktiskt var deiligt, tí unglingar høvdu gingið í fleiri ár og oyðilagt og brotið og skotið ígjøgnum vindeyguni har.. Vit fóru so eftir lyklinum og uppsýnsmaðurin hjá Búnaðarstovuni ynskti okkum góða eydnu við øllum. Vit fóru so í gongd við at mála, byggja, umvæla, reparera og sovarið. Vit hava ongantíð hoyrt um nakra leigu, men vit hava betalt SEV og olju øll hesi árini, pluss tað at vit hava brúkt hvørt oyra uppá timbur, máling, rør, vindeygu o.a. uppá Fámara. Hvis vit høvdu hoyrt um nakra leigu, so høvdu vit sjálvandi eisini havt goldið fyri tað. Ná, men fólk skulu also bara vita, at eg og Johan ikki bara eru farin inn í Fámara. Vit hava ikki viljað snýtt nakran. Vit gjørdu alt tað sum vit hildu vera rætt, sum sjálvandi var at kontakta og spyrja tann sum umsæt ognina áðrenn.. Um vit høvdu vitað at tað fór at blíva eitt sovarið rokilsi av tí, so høvdu vit nokk ikki gjørt tað.
Posted on: Wed, 05 Jun 2013 15:22:31 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015