"Tølini, ið eru komin fram, benda á, at tað verður - TopicsExpress



          

"Tølini, ið eru komin fram, benda á, at tað verður lutfallsliga dýrt hjá ferðandi at brúka tunnilin. Um so er, fáa vit ikki best møguligu samfelagsnyttu burturúr. Avgerandi fyri fólk og fyritøkur er, at tunnilsgjaldið ikki er ov dýrt, tí tá er sannlíkt, at brúkarar velja at koyra eftir verandi farleið, hóast tað er skjótari at koyra undir Tangafjørð. Hetta er óheppið og má broytast." (Bárður Nielsen, fíggjarnevndarformaður um Skálafjarðartunnilsverkætlanina og fíggingarleistin hjá Kára Post) Gott at síggja, at Bárður hevur skilt, at samfelagsligi ágóðin, sum Skálafjarðartunnilin skuldi geva (sum er orsøkin til at hetta er so skilagóð ein íløga) kann hvørva, við tí avtalu sum Kári Post hevur ætlanir um. Føroyar kunnu sita eftir við einum tunli men uttan ágóða, tí ágóðin hvørvur til eitt profittmaksimerandi privat felag. Tá politiska skipanin skal gera lógir og skipanir fyri vinnu skal altíð miðast eftir, at privat profitmaksimering fellur mest møguligt saman við samfelagsligum áhugamálum. Tað hevur man als ikki hugsað um í sambandi við Skálafjarðartunnilsfíggingina, og tað er eisini tann afturvendandi stóri feilurin, sum altíð hevur verið í føroyskum vinnupolitikki, at man gloymir hetta principp.
Posted on: Mon, 24 Jun 2013 10:17:48 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015