Vit sjómenn: Alt hann átti á fold var ein koyggja, og hann - TopicsExpress



          

Vit sjómenn: Alt hann átti á fold var ein koyggja, og hann kendi seg heima umborð, hann var gamal og lá til at doyggja, men hann teskar tó enn hesi orð. Leið meg einaferð enn út á dekkið, lat meg ganga ta seinastu vakt. Lat meg stýra tað seinasta strekkið, áðrenn skipið til kei hevur lagt. Hetta far varð mítt heim gjøgnum lívið, og tað bar meg í suður og norð, nú til hvíldar eg ruraður blívi mína seinastu frívakt umborð. Tá mín dekksvakt er komin at enda og mítt tørn til at stýra er av, vil eg ongantíð heim aftur venda til tað stóra og brúsandi hav.
Posted on: Sat, 20 Jul 2013 12:54:37 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015