Víkingaboð til allar víkingar og onnur áhuga ! Maður/kvinna - TopicsExpress



          

Víkingaboð til allar víkingar og onnur áhuga ! Maður/kvinna kemur í mans stað plagar man at siga. Og júst tað hava vit brúk fyri nú!! Sum kunnugt framdu okkara menn eitt satt ítróttar bragd, tá teir vunnu á Fc Inter Turku. Sum tit møguliga vita so valdar mjørki í Vágunum og tí eru nógvir víkingar strandaðir ella liggja veðurfastir í Kongens København. Planurin var, at teir skuldu vera við at seta upp í samband við G! í morgin, leygardagin 13/7. Teir eru sum sagt ikki í landinum. Tí vilja vit í Víkingi heita á øll, ung sum gomul at møta kl 10.00 í Syðrugøtu at seta upp. Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum. Nakað er, sum skal smíðast, tí hevði verið deiligt um hondverkarar eisini møta, og hava amboð og maskinur við. Leggjast skal aftrat, at vit fara eisini at seta upp mánakvøldið aftaná arbeiðstíð. Møtt verður kl 17.30 í Syðrugøtu. Tit kunnu ringja ella skriva til Petur Asbjørn á 220614 um spurningar eru, tað hevði eisini verið deiligt um tit boða Petur Asbjørn frá um tit koma, so vit vita hvussu manningin er . Við ítróttarkvøðu og við vón um góða uppmøting báðar dagarnar. Víkingur
Posted on: Fri, 12 Jul 2013 18:38:32 +0000

Recently Viewed Topics




© 2015