Øvundin - hesin ræðuligi gestur sum trongir og er - TopicsExpress



          

Øvundin - hesin ræðuligi gestur sum trongir og er treystur, hann heldur á, og gevst valla, hóast lívið fer at halla. Tak hann við hornunum frá morgni árla, barst við hann til hann liggur. Lat hann teg ikki sorla, og so at tær óndur hyggur. Latið okkum fegnast um okkara vinnulívvsfólk, okkara sjófólk, okkara fólk í primeru, so væl sum sekunderu vinnuni, okkara nýbrotum í vinnum, at hesi vinna nógvan - heilt nógvan - pening. Tað gevur okkum altíð aftur. Gamla orðatakið "Tá regnar á prestin, dryppar á deknin", er veruleiki. - Latið okkum vísa øvundina frá okkum. - TAÐ FER AT GAGNA OKKARA KÆRA FØÐILANDI FØROUM! - Við hesum fáu orðum sigi eg góða nátt og ynski eg mínum FB-vinfólkum eina veruliga góða Ólavsøku!!! :-)
Posted on: Sun, 28 Jul 2013 20:45:14 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015