13. november 2013 Thord og Birgitta Dahl eru leiðarar fyri - TopicsExpress



          

13. november 2013 Thord og Birgitta Dahl eru leiðarar fyri Skandinavisku Barnamissiónina á Filipsoyggjunum Tann politisturin, ið av trygdarávum fylgdi bilunum við neyðhjálp frá Manila, vísti seg at hava gingið í einum av skúlunum hjá Barnamissiónini uttan fyri Tacloban. Vit fingu øll tár í eyguni, tá vit hoyrdu tað, skrivar Birgitta Dahl. Birgitta Dahl skrivar av Filipsoyggjunum: Liðið hjá Barnamissiónini arbeiðir nú av øllum alvi fyri, at so mong rakt sum gjørligt skulu fáa hjálp, har sum oyðileggingarnar eru størst. Men mitt í øllum hesum ræðuliga var eitt ljós. Tann politisturin, ið av trygdarávum fylgdi bilunum við neyðhjálp frá Manila, vísti seg at hava gingið í einum av skúlunum hjá Barnamissiónini uttan fyri Tacloban. Vit fingu øll tár í eyguni, tá vit hoyrdu tað, skrivar Birgitta Dahl. Á Barnamissiónini hava fólk arbeitt uttan steðg alla vikuna. Mánadagin sendu vit fólk út at keypa neyðuga útgerð til tað liðið, ið fleyg til Tacloban sunnunáttina. Har var matur, vatn, ein generatorur og dunkar við bensini, tjøld, soviundirløg o.a. Tveir bilar hjá missiónini vórðu fyltir og sendir avstað saman við einum liði av týskum tíðindafólkum. Vit høvdu fingið at vita, at har var bráðneyðugur tørvur á mati og vatni sjálvt hjá neyðhjálparfólkunum. Har er onki. Tað var við spenningi og stúran, at vit fylgdu tí lítla bilafylginum. Tað eru uml. 90 míl suður til Tacloban umframt ein túr upp á 5 tímar við ferju frá oynni Samar til oynna Leyte. Vit høvdu eisini hoyrt, at trygdin á vegunum var sera vánaligt, og at fleiri álop vóru framd á neyðhjálparbilar av trongdum menniskjum, ið høvdu mist alt og vóru svong og tyst. Bilførararnir høvdu fingið strong boð at finna onkra politistøð í tí vandamiklasta økinum fyri at fáa politifylgju. Soleiðis bleiv tað. Tey fingu fatur á einum politisti, og nakað sera løgið hendi. Tað vísti seg, at hesin politisturin hevði verið næmingur á tí skúlanum, ið Barnamissiónin bygdi uttan fyri Tacloban fyri langari tíð síðani. Mitt í øllum hesum ræðuliga var eitt ljós. Vit fingu øll tár í eyguni, tá vit hoyrdu hetta. Tað var ein stórur lætti og gleði, tá vit fingu boðini fyrrapartin í dag, at báðir bilarnir við fólki og tí nógvu útgerðini vóru komnir fram í øllum góðum til ta gomlu Scandinavian Village (Skandinavisku Bygdina) uttan fyri býin. Økið hevur fingið sera stóran skaða av ódnini, takið er fokið av húsunum, og skúlin er heilt oyðilagdur. Ætlanir eru longu um møguliga hjálp til at byggja upp aftur. Birgitta Dahl ---------------------------------------------------------------------------------------------------- Takksom, um tygum ynskja at stuðla. Vinarliga viðmerk: Hjálp Filipsoyggjunum Skandinaviska Barnamissiónin: Postgiro: 9870-4310471 Norðoya Sparikassi: 9865-101.620.7 EIK: 9181-120.980.0 BankNordik: 6460-101.594.1 Suðuroyar Sparikassi: 9870-101.148.1 Tygum eru vælkomin at stuðla. Eisini eru tygum vælkomin at senda hesar upplýsingar víðari. Vinarliga bið fyri teimum neyðstøddu og hjálparunum, ja, vit treingja øll tykkara bønir. Skandinaviska Barnamissiónin við Jesusi – fyri børnini
Posted on: Thu, 14 Nov 2013 21:06:36 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015