20.15 í kvøld í kringvarpinum Tey gloymdu børnini í - TopicsExpress



          

20.15 í kvøld í kringvarpinum Tey gloymdu børnini í Ukraina br. dok. frá 2012 (Ukrain´s Orphans) Tíggju ferðir so nógv børn búgva á barnaheimi ella øðrum statsstovnum í Ukraina enn í Bretlandi. Nógv eru gloymd og eru send á stovn, tí tey hava likamlig ella sálarlig brek. Tá tey fylla 18 ár, verða tey mett av myndugleikunum, og nógv teirra verða send víðari til psykiatriskar deildir ella røktarheim við heitinum "óarbeiðsfør". Bretski journalisturin Kate Blewett fylgdi lívinum á einum barnaheimi fyri brekað og gloymd børn í Ukraina í seks mánaðir.
Posted on: Thu, 15 Aug 2013 08:16:17 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015