Afturstig í tænastuni Sum eg dugi at lesa ferðaætlanina hjá - TopicsExpress



          

Afturstig í tænastuni Sum eg dugi at lesa ferðaætlanina hjá Bygdaleiðum – leið 300 Vágar - Tórshavn - ið lýst er í kvøld, er talan um eitt álvarsligt afturstig hjá teimum, sum ferðast úr Vágum til Havnar til arbeiðis og í skúla. Skúlaleiðin er nevniliga burtur, samb. nýggju ferðaætlanini. Vanliga rutan, sum fólk, ið fara til arbeiðis kl. 08.00, nýta, er flutt fimm minuttir, Tað er so tað, tað er. Men bussurin, sum plagdi at fara eitt korter seinni, tann sonevnda skúlarutan, er burtur. Vanliga hava báðir bussar verið mestsum fullsettir, tá teir fara úr Vágum við kós móti Kollfjarðardali, har ein rúgva av vestmenningum og kvívíkingum skulu stúgvast í ein frammanundan fullan buss. Síðan er so ein annar bussur, fullur av skúlaungdómi, farin til Havnar. Eftir hvat nýggja ferðaætlanin sigur, verður at kalla ómøguligt hjá teimum, sum vanliga nýta seinastu steðgiplássini í Vágum, at sleppa til Havnar við morgunbussinum. Og hjá teimum, sum búgva vestantil á Norðstreymoy verður knívskorið. Vónandi er talan um eitt mistak í prentingini, sum verður rættað longu í morgin, tá møguligt verður at gera vart við seg hjá Strandferðsluni. ssl.fo/Default.asp?sida=2891
Posted on: Sun, 18 Aug 2013 21:56:48 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015