Eitt miðal ár flyta netto 103 menn úr Føroyum. Eitt miðal ár - TopicsExpress



          

Eitt miðal ár flyta netto 103 menn úr Føroyum. Eitt miðal ár flyta netto 125 kvinnur úr Føroyum, tvs. 6 kvinnur fyri hvørjar 5 menn. Mary Koytu Petersen lýsir orsøkina soleiðis (og eftir mínum tykki rætt): "Samfelagið alt sum tað er, er fyrst og fremst smíðað til menninar. Konurnar skulu helst góðtaka at vera heima, føða massar av børnum og standa við kjøtgrýturnar.. Har er einki broytt... Skútan Fo. elskar t.d. útisiglarar, ið vinna so nógv, og rinda so lítið [í skatti], at konan væl og virðiliga kann ganga heima við 4-6 børnum, og matgerða framman grúgvuna.... Altso eina ófaklærda kvinnu, ið ongantíð kemur at vera annað enn kona og mamma..... Og tað tímir nútíðar kvinnan sjálvandi ikki... Tann tíðin er farin næstan alla aðrastaðni, enn í Føroyum." Og undir øllum liggur - sum Beinta Sophia Weisner Johansen vísir á - "ein stagnera og patriarkalsk og familiuorientera lívsuppfatan - har eru, í praksis, ikki somu galdandi rættindi fyri kvinnur, tí tað er maðurin/sonurin/ faðirin, ið er tann "skrappi"- tað ringasta er, at kvinnurnar oftani stuðla hesa tulkan."
Posted on: Sun, 25 Aug 2013 16:43:29 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015