Fór út á altanina at fáa mær fríska luft í góða - TopicsExpress



          

Fór út á altanina at fáa mær fríska luft í góða ólavsøkuveðrinum í nátt. Sum vit búgva, síggja vit beint út yvir friðsæla kirkjugarðin á Velbastaðsvegnum. Úr mjørkanum sóðust kommunulyktirnar lýsa bjart yvir umhvørvið og út yvir kirkjugarðin, har gravsteinarnarnar stungu seg upp, sum um var tað ein ein ávarðing um vandan við at vera á lívi. Hetta fekk meg at hugsa um allar tær løtur, sum eygleiðari av øllum teimum mongu gravargongunum sum fóru frammvið -ella tá mann sjálvur var við í syrgiligu støðuni, har gingið varð tey tungu fetini. Brádliga, ímeðan eg hugsi um øll tey sum mist onkran kæran, sløknar peran á lyktapelanum framman fyri meg, og sýnið gjørdist sera vánaligt. Royndi at fokusera fyri at síggja okkurt, men sá ikki annað enn mjørkan, sum legði seg sum eina dýnu yvir umhvørvið. Alt varð næstan myrkalagt, og hetta einans av tí einu peruni, sum brast. Tá kom eg at hugsa um vakra lagið og orðini sum Eyðun Nolsøe og Steintór Rasmussen skrivaðu: Nú er myrkt men eitt lítið ljós blaktrar í stovuni hjá mær ikki má tað slókna nú so eg seti meg við borðið stari inn í flógvan loga og skuggar frá ljósinum hugtaka meg Meðan tankar um góðar løtur millum vinir har fríðarpípan brann tá ið kvøldi á degi vann Tí vil eg í hesi nátt tendra øll ljósini herinni beri varin glæmuna inn í fleiri myrkar krókar gevi nýggjum veikum megi og nú er mín stova so upplýst og heit Meðan tankar um góðar løtur millum vinir har friðarpípan brann tá ið kvøld á degi vann :)
Posted on: Sun, 08 Sep 2013 02:22:31 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015