Hoyrdi Altso Altso, síðsta leygarmorgun. Har var hevði ein - TopicsExpress



          

Hoyrdi Altso Altso, síðsta leygarmorgun. Har var hevði ein kvinna skriva inn og gav ilt av sær, at summi bara skrivaði positivar statusar og tað gav henni undirlutakenslur, tí hon ikki var so grov at gera matpakkar og lata børnini so fikst í, sum onkur annar og hvat paneli helt um tað.... Eg haldi, at tað sum tey svaraðu var á einari leið, serligani hjá konuni í panelinum(minnist ikki hvussu hon æt), men nógv var eisini nakað tvass. Tað eru tvey ting í hesum... Hví skullu konufólk altíð finna sær okkurt at samanlíkna seg við. Er tað ikki reyvin, ið er ov stór, so eru tað boppurnar, sum eru ov lítlar ella maðurin ov ljótur..... Nú er tað so eisini Facebook, ið skal gera tær "ósikrar" uppá seg sjálvar............ Puff.....Nær læra kvinnurnar , at tær eru nakrir fantastiskir skapningar, ið eingin kann vera fyri uttan og teirra evnir og útsjónd er ein ævig fragd og inspiratión hjá øllum fólkum og tær hava einki at hava undirlutakenslur av... So slett ikki á Facebook, ið er ein miðil har man sjálvur avgerð hvat man leggur út og hvussu positivt ella negativt tað er og at vinirnir á Facebook, eru ikki sum tínir veruligi vinir. *Ein facebookvinur er meira sum onkur tú kennur. Harvið er ikki sagt, at tú ikki kann vera Facebookvinur við tínar "ordiligar" vinir Annars dámar mær væl at fólk skriva mest positivt á Facebook. Eg tími ikki at lesa um, nær onkur hevur "fretstingir" ella hevur gloymt at gev hønunum í gjár ella okkurt tílíkt. Eisini pástóð Andrass Sólstein, at nógv fólk lugva tá tey skriva á Facebook........ Tað veit eg einki um, men eg vil bara siga, at tá eg leggi mínar positivið epistlar út, so eru teir tann idiliga sannheit. All the best.
Posted on: Wed, 02 Oct 2013 21:55:41 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015