Nej, uha, nú hava biologar sitið í einum búri í Danmark og - TopicsExpress



          

Nej, uha, nú hava biologar sitið í einum búri í Danmark og granskað lomvigar - og teir hava funnið útav at fiskurin fær ikki frið fyri teimum. No shit Sherlock. Eg var í tí nýggja arktiska annlegginum hjá Kbhs Zoo. Har skuldu teir eisini hava eitt fuglefjeld við Álku, lomvigum og lundum. Harragud sum mær tykti synd í lundunum. Teir sótu bara stillir á teimum kunstigu rókunum. Eg helt annars at teir meiri búleikast á grasvøllinum og grava holur. So sá eg at har var eisini kunstigt gras - og kunstigar holur, sum vóru grivnar fyri teir. Búrið var so lítið at ikki hevði verið hugsingur um hjá teimum at farið á flog. Har var vatn til teir at kava í - okkurt um ein heilan metur djúpt. Øll vóru imponerað av hvussu fantastiskt hetta nýggja annleggið var, men eg fór heimaftur við eini ringari kenslu av djórapínslu. b.dk/viden/banditfugle-bortvist-fra-den-blaa-planet
Posted on: Tue, 05 Nov 2013 11:52:07 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015