Summarsólstøðu vindar Summarsólstøðu harðligu - TopicsExpress



          

Summarsólstøðu vindar Summarsólstøðu harðligu vindar, reika hvassir um hav og fjallatindar, í slíkum løtum summari gevur oss krakk, hvørvur og nærum sum sólin burt í havið sakk. Náttúran sær sjálvari ræður og stýrir, sjálvtum onkur nú innið situr og kúrir, reinsast skullu firðir, sker og flúrur, til tað má bæði regn og vindur. Í fyrndini hetta meira mundi saka, bátsmanningar á útróðri raka havið sínar sterku synir kundi takað, tá land og fólk við sorg sáran skaka. Nú á døgum er hetta ikki stór órogv í, vit kunnu sita heitt og fjálgt og nýta hesa tíð, geva hvør øðrum gætur, vera við hvønn annan blíð, brátt tagna vindar og vit heisla summarinum av ný. Sámal Olsen 30.06.13
Posted on: Sat, 06 Jul 2013 09:03:11 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015