Vit loyva okkum, at seta tad Jòhannus Borgarstjòrin skrivar um - TopicsExpress



          

Vit loyva okkum, at seta tad Jòhannus Borgarstjòrin skrivar um Pàpan og Gubban : Helgi og Bjarni Danielsen 70 ár. Í dag eru tað liðin 70 ár síðani Pápi og Bjarni gubbi sóu dagsins ljós fyri fyrstu ferð. Tað var á hásumri í 1943, 2. heimsbardagi var í hæddini, at Omma føddi 2 fittar smádreingir í sovi kamarinum hjá ommu og abba úti á Nesi. Sovikamarið var tá í neðra, har sum dagligstovan er ídag. Havi ofta hugsa um umstøðurnar hjá Ommu. Omma føddi 6 børn, herav 2 pør av tvíburðum. Tá pápi og Bjarni gubbi blivu føddir var Marjun bert 2 ár, tvillingssystrarnar Birgit og Lena bert 5 ár og Semary 8 ár. Abbi var sjómaður, og undir krígnum, tá pápi og Bjarni gubbi blivu føddir, og systrarnar annars vóru lítlar, sigldi abbi eisini. Tað virkar nokk so óverunligt, at ein kvinna føðir 2 sett av tvíburðum, við so stuttum millumbili. Og um vit so hugsa um hvussu umstøðurnar vóru fyri 70 árum síðani, m.a. við ongum sentralvarma ella el, og uttan tey húsarhalds- og hjálpitól, sum vit annars kenna til ídag, so gert hetta enn meira veruleikafjart. Eisini skulu vit minnast til, at umframt húsliga arbeiði, og av tí at abbi var sjómaður, so hevði omma eisini ábyrgdina av at kúgv og seyður blivu passað og at hoyggi kom til høldar. Umframt arbeiði við torvi. Fyrr var vanligt at ungir mans fóru til skips so skjótt møguleiki var fyri hesum. Pápi og Bjarni fóru til skips tá teir vóru 16 ára gamlir, og bleiv tað lívsleiðin hjá teimum báðum. Fyrsti túrur hjá pápa var á sild við sluppini Toftanes. Bjarni fór við Elsu, at royna við snellu undir Íslandi. Pápi og Bjarni vóru nógv saman til skips. Tá Jógvan Norði kom nýggjur til Toftir í 1961, fóru teir báðir við honum til Grønlands, og vóru við Jógvan Norði í fleiri ár. Eisini vóru teir saman til skips við Sjóborgini og Nesbúgvanum. Harumframt vóru teir báðir og róðu út í Grønlandi saman við sváginum, skopuninginum, Mourits Joensen. Teir hava eisini silgt við øðrum skipum, m.a. var Bjarni í fleiri ár við Havørnini á sild í Norðsjónum. Tey síðstu 2 árini hjá pápa á sjónum, var í samband við heimaútróður, saman við grannanum, Jákupi Hansen, við Safir. Frá skipsfelagum havi eg fingið fortalt, at teir báðir vóru av raskastu og kvikastu monnum, og álitismenn umborð. Trúfastir, og við á hvørjum túri. Harumframt vóru teir sera heimkærir, heimkærari enn teir flestu. Ídag ganga øll ungfólk í skúla, og tað leingi eisini. Tað hava Pápi og Bjarni gubbi ikki gjørt, teir hava gingið lívsins skúla. Uttan stórvegis hóvasták hava teir loyst uppgávurnar, sum teir hava átikið sær at loyst. Uttan roks og uttan nógv orð, er arbeiði bara gjørt. Báðir funnu sær konu innanfyri mark. Bjarni í Søldarfirði og pápi á Glyvrum. Mamma og Pápi giftust í 1965. Bjarni og Josfryd giftust í 1969. Bjarni og Josfryd búsettu seg inni í Søldarfirði, meðan mamma og pápi búsettu seg á Toftum.
Posted on: Sat, 06 Jul 2013 23:57:44 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015