Úr faldarinum, sum er komin í hvørt hús í - TopicsExpress



          

Úr faldarinum, sum er komin í hvørt hús í landinum. NÁTTARTÚRUR Á LONGSTA DEGI, tann 21. juni "Miss fyri alt í verðini ikki hugin at ganga", skrivaði heimsspekingurin Søren Kirkeegaard Sunnast í Føroyum, í Akrabyrgi, byrjar ferð okkara. Frá hesum serstakliga vakra staði, har útsýnið frá vitnanum út í opið hav er droymandi, verður gingið niðan Giljarnar og á fjallið. Eftir røðini, ið nevnist Eggjagarður, niðan á Hestin og so oman á Nøvutippið, har Snopprikkur og Laðangarðsbóndin laðaðu garð. Hiðani verður gingið oman til Lopra og til Vágs, vestur á Vágseiðið. Farið verður avstað kl. 22:30 og verður mett, at túrurin tekur umleið 4 - 5 tímar fyri vaksin fólk. Kostnaður 150 kr. Bílegging á kunningarstovunum tlf. 733090 og 611080
Posted on: Tue, 18 Jun 2013 23:44:42 +0000

Trending Topics



-himself-also-so-to-walk-even-topic-10201669581113889">He that saith he abideth in him ought himself also so to walk,even

Recently Viewed Topics




© 2015