Anker Eli dugir at siga tað. Her er brot úr grein í Dimmu: - TopicsExpress



          

Anker Eli dugir at siga tað. Her er brot úr grein í Dimmu: "So vítt eg havi skilt, varð Fámara avsett til alternativt brúk, men gingið varð frá ætlanunum, tí ongin áhugi var at royna seg. Nú hevur Johan víst, at tað ber til, og at tað kann gerast fyri lítið og lætt. Ferðavinna, sosial avlasting, mentanararbeiði, handverk, alternativt djórahald – Johan er ein maður við nógvum kasjettum. Latið hann fyri guds skyld sleppa at eksperimentera so galið hann vil – tann hart kroysti landbúnaðurin hevur brúk fyri tílíkum úrmælingum at gera royndir ið eisini kunnu brúkast aðrastaðnis. Tað kenst hugstoytt at síggja, hvussu alt ið bara luktar av nýskapan verður steðgað av forstokkaðum hugburði. Komi at hugsa um gomlu mennirnar, sum á sinni blakaðu flekingarborðini fyri borð á sluppunum, tí tað var nakað modernað fjas. Búnaðarstovan stendur uppá at reglur skulu haldast, men hevur sjálv traðka út um mark ferð eftir ferð . Og eg havi, sjálvt við besta vilja, ilt við at skilja, hví tað er so umráðandi at fáa Johan & Co. av garðinum, sum lá í svartastu órøkt, meðan sami stovnur hevði ábyrgdina av honum. Og ikki minni hugstoytt er at síggja at politikararnir onki gera í málinum. Politiskt dirvið hevur ongantíð riðið teimum hart, men at loysa Búnaðarstovuna úr regluhaftinum skuldi ikki kravt tann stóra innsatsin." Lesið alla greinina niðanfyri:
Posted on: Mon, 17 Jun 2013 11:54:40 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015