Ein deiligur morgun. Blívi vaktur upp av einari flottari damu sum - TopicsExpress



          

Ein deiligur morgun. Blívi vaktur upp av einari flottari damu sum spakuliga teskar mítt navn. Helt at eg enn var í dreymaverð tí eg blívi enn, hvønn dag, yvirraskadur yvir hvussu frúðan blívur vakrari fyri hvønn dag. Aftaná at verða komin til og fingið ein morgunmuss tekur Doris hondina framm sum hon fjaldi aftanfyri ryggin, og í henni var tað spildurnyggja FIFA14. Skatturin hjá mær hevur so fitt staði í kø í nátt saman við snorutum unglingum fyri at keypa mær, einum "trøll vaksnum manni " tað nyggja FIFA. Hetta er fantastiskt, havi verið øgiliga spentur uppá tað nyggja spælið. Aftaná at hava spreidd gleðiboðini til vinnmenninar er øgiligur trafikkur á telefonini har allir peyla av hvat sker og um man ikki skal gera "okkurt" aftaná arbeiði ;) ja, heilt populerur við tí nyggjasta. Ma nýta tað so leingi hetta varur, hehe :) Góðan dag! :)
Posted on: Thu, 26 Sep 2013 08:59:41 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015