Føroyar eru heitar og fjálgar (GG: Skal lesast sum ein - TopicsExpress



          

Føroyar eru heitar og fjálgar (GG: Skal lesast sum ein persónligur vitnisburður, og ikki sum ein sannleiki. Síggj burt frá politiskum og øllum øðrum viðurskiftum beint nú, kæri lesari - bara mín vitnisburður) Fyri fleiri árum síðani flutti ein heim. Heim úr stóra KBH og heim til FO. Og tá kendist tað, sum eitt niðurlag. Hvør flytir heim í bestu árum? Petur, ætlar tú ikki at lesa okkurt? Og eg skal viðganga, at eg kom heim sum flongdur hundur. Men nú havi eg verið her í 6 ár, og havi onga trongd til at fara. Halt kipp ikki, sum her er gott. Her er ein hiti, ið eg ikki finni aðrastaðni. Og tað er serliga henda hitan, eg elski. Men tað tók mær eina løtu. Minnist – júst tá eg var fluttur heim - at legði meg á floytuna í bilinum, tí onkur ikki koyrdi beinanvegin, tá ið tað var gult. Fangaði tað ikki, fyrr enn føroyski síðumaðurin spurdi: ‘Hvat f….. gert tú?’. Og eg stóð sum tann býtti – og slepti floytuni. Tað er eitt ella annað við, at verða á veg oman í Miklagarð, men vera fyrireikaður uppá, at frá tí eg komi inn í SMS, til eg standi við kurvini, so tekur tað ein hálvan tíma og 4-5 menniskju, sum eg møti og práti við. Veit, at geri tingini svørt/hvít/primitiv/generaliserandi beint nú, men eg elski at vera her í Føroyum. Her kenni eg meg sum ein part av nøkrum. Kenni, at eg geri mun. Kenni okkurt slag av hita við, at eg fari út úr mínum húsum og skíti á, um eg havi læst ella ei. Og eg kenni veruligani, at eingin vil mær ilt. Vit vilja øll tað besta fyri hvønn annan. Og vit eru øll samd um, at alt skal nokk ganga – alt skal nokk ganga. Og til síðst (gravalvorligt og kanska í so seriøst): Eingin her í Føroyum doyr og verður gloymdur. Á onkran hátt er tað umráðandi fyri meg. Umráðandi at vita, at tá ið eg fari, so verður onkur har og minnist tað. So mín vitnisburður er: Føroyar eru heitar, fjálgar og umhugsnar. (Til síðst ein lítil samanrenning av myndum og tónleiki, ið eg gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Eitur gott nokk ‘Tórshavn – tað er bara ein’, men átti at itið ‘Føroyar – tær einastu’.)
Posted on: Thu, 24 Oct 2013 09:15:52 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015