Heina-Jógvan (1845-1925) f. Lorvík, og búðsitandi á - TopicsExpress



          

Heina-Jógvan (1845-1925) f. Lorvík, og búðsitandi á Viðareiði. Hann var húskallur í Ónagerði og formaður á Ónagerðisbátinum hjá presti. hann fær trøð frá presti og 2 merkur av garðinum seinri. Heina-Jógvan var álitismaður og hendinga raskur maður. Formaður í kirkjuráðnum og deknur og klokkari av og á. Prestur helt av góðum grundum nógv av honum. Men hoyr nú her: Eitt gamlaárskvøld var Heina-Jógvan farin heim í kirkju at ringja á midnátt, sum vit plaga (12 sløg). Eingin kirkjugangur, kortini. Og við tað, at Heina-Jógvan hoyrdi til tey púra øttaleysu fólkini, hevur prestur helst hugsa sum so, - at hann átti at royna Jógvan í so-máta ! Tá Heina-Jógvan er komin inn í kirkjuna tekur prestur sær eitt hvítt lak og fer oman í kirkju, sum liggur tætt við prestagarðin. Prestur er so mikið seinur á veg, at Jógvan er komin uppí tornið - og hyggur út - og blívur varugur við hvat presturin hevst at, ella pønsar uppá. (Tilburðurin fer fram í gomlu kirkju - so togið til klokkuna man hava hingið nakað langt niður, um ikki heilt niður á gólvið í forkirkjuni ??) Jógvan blívur liðugur at ringja, riggar av, letur tornhurðarnar aftur. Ímeðan hevur prestur lest seg í myrkrinum so mikið upp í togið, (vituliga fyri at gera vart við seg) - at Heina-Jógvan ""finnur út av"" at her ruggar ikki rætt -- og at hann sær, at eitt "hvítt" er á endanum. Hann ger ikki vandari enn, at hann fær sveiggj á togið og letur seg glíða niðureftir tí. Úrslitið er, at prestur verður sveiggjaður í sínum hvíta laki og -- verður slongdur út móti úthuðini - meðan fermi Heina-Jógvan kemur standandi niður á gólvið. Hjá Jógvani, sum liðugur var við sítt arbeið, var ikki annað enn at sleppa sær til hús. Fer tí út móti hurðini, men verður noyddir at gleiva tvørturum hettar "hvíta", sum her liggur á gólvinum. Men fer út, letur aftur aftir seg og til húsa. Nakað eftir hettar er Heina-Jógvan heimi hjá presti um kvøldið. Har verður tosað um mangt og hvat. Og einaferð ber prestur uppá mál, um Jógvan ongantí hevði verið varur við eitthvørt soleisni ?? við tað, at hann onkuntí var niðri í kirkju seint um kvøldið - og tú ringdi jú Gamlaárskvøld - um einki tá var. Tað var jú á middnátt. Jú segði Heina-Jógvan, at tað var tað. Men hann var so vanur við slíkt eftir hondini, at hann gjørdi ongantíð nakað "snakk" burturúr hesum. Tann, sum TÁ bleiv bangin tað var prestur. .
Posted on: Wed, 09 Oct 2013 20:15:23 +0000

Recently Viewed Topics




© 2015