Herúti ganga oftani nógvar søgur, onkrar meira trúligar enn - TopicsExpress



          

Herúti ganga oftani nógvar søgur, onkrar meira trúligar enn aðrar, m.a. ein, um ein, sum ikki kundi halda sær, tyrlurnar hava ikki WC´ið, so tá hann kom út úr tyrluni segði tað splash, splash í yvurlivilsidraktini. Men í dag kom ein heldur smæðin ungur maður og spurdi, um eg kundi gera honum eina tænastu og tað var at vaska yvurlivisdraktina, eg var bara eitt stórt spursmálstekn, hetta hevði eg aldrin verið úti fyri fyrr, og so kom forkláringin. Fór á WC áðrenn security, tá hann er komin inn um, skal takast narkotest, har var onki piss eftur, eftir at hava drukki 3 l. vatn kom ein dropi og sloppi var, men, men eftir 45 min. var gali, har var onki at gera, í buksurnar mátti restin. Øll klæðini hevði hann koyrt í ein plastsekk, tað fekk eg so tómt inni í maskinuni og setti hana á 60 gradir, har skuldi onki "piss" vera eftir, sjálvt mappan varð vaskað, men tíanverri ikki eitt klovi fimm oyra í henni ;). Hetta er so ikki nakað Off-Shore reyp. Gott mánakvøld :)
Posted on: Mon, 09 Sep 2013 15:55:21 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015