Hásummar og vindurin ruskar í húsini - ja, soleiðis er - TopicsExpress



          

Hásummar og vindurin ruskar í húsini - ja, soleiðis er summarið eisini í Føroyum. Fann hesa festligu yrkingina hjá Finnbjørni Hansen framaftur : Summar í Føroyum, hvat er nú tað – Stormur og regn hvønn tann einasta dag. Baljan hjá Frits bóltar rút eftir bønum Luftin avtaglað við fúkandi hønum. Summar í Føroyum, hvat er nú tað – Far út í túnið og fá tær eitt bað Flúgvandi keppar og flaksandi kjólar Kódnaðar grillir og koppaðir stólar. Summar í Føroyum, hvat er nú tað – Skríggjandi skarvar, í havsneyð á rað Flýddur av landinum, hugtungur náti. Danskir turistar í sjóheitum gráti. Summar í Føroyum, tøgn undir lon Bóndin er farin til songar við gron Fjósið á tremur av føroyskum regni Tarvurin gurglandi liggur við hegnið. Summar í Føroyum, hvat er nú tað – Kavað í bakkan, á Selatrað Einaferð enn, hildin heilt fyri gjøldur Snorandi gæs, deprimeraði tjøldur. Summar í Føroyum, tað er nú tað Sum vit í faldarum, bert hava sæð Til alt Guds held verður veturin skjótur Hann er so erligur, um hann er ljótur. Orð: Finnbjørn Hansen
Posted on: Sat, 06 Jul 2013 23:10:00 +0000

Trending Topics




© 2015