KEISARIN KÁRI P. ER SPILLNAKIN Undrar tað nakran, at - TopicsExpress



          

KEISARIN KÁRI P. ER SPILLNAKIN Undrar tað nakran, at íløgugrunnurin, sum ætlar at fíggja Skálafj.tunnilin, krevur eitt avkast stórt 9,3%, so kann eg ugga tey: Íløgugrunnar hava als ongan áhuga í sjálvum projektinum - tað ger seg galdandi fyri allar íløgur teirra, hvørt tað eru verskmiðjur, IT-fyritøkur e.a. - men einans áhuga í, at avkastið er so stórt sum gjørligt. Íløgugrunnar hava eittans uppgávu: At syrgja fyri, at teir, ið standa aftanfyri - og tað kann vera eitt putlispæl av privatpersónum, pensjónskassum o.sfr. - fáa størst møguligan vinning í stytst møguliga tíð. At teir einans spýta ein lítlan part av íløguupphæddini í projektið, sum so við og við verður 100% lánifíggjað, er heldur eingin loyna. Har íløgugrunnar gera íløgur í verandi fyritøkur - mangan sunnar familjufyritøkur við stórum avkasti - syrgja teir eftir stuttari tíð fyri, at fyritøkan er so at siga 100% lánifíggjað, samstundis sum teir drena øll virðir úr fyritøkuni. STÓR SKULD MEN EIGIR VIRÐIR Tá so avkastið minkar niður um "markið" (sum eingin kennir), selja teir fyritøkuna fyri lítið og lætt, men nú er hon ikki ein sunn fyritøka longur, men nakrir veggir, sum hava eina risaskuld. Virðini eru langt síðani seld frá. Tað er m.a. hetta vit eiga at hugsa um tá íløgugrunnar bjóða seg fram og í okkara dømi er vandin kanska uppaftur størri við tað, at Skálafjarðartunnilin er eitt "royndarprojekt". Tað vil siga, at er íløgan væl eydnað, fara teir eftir línandi størri projektum og Skálafjarðartunnilin verður niðurraðfestur - líka mikið hvat innlendisráðharrin sigur. ÁVARINGARSKELTIÐ SIGUR: FLÝGGJIÐ! Men eitt, ið eigur at fáa allar politikarar at halda fingrarnar langt burtur frá hesum danska íløgugrunninum er, at í avtaluni eru lutavtalur, sum eru so loyniligar, at hægsti myndugleikin, løgtingið, heldur ikki kann fáa at vita, hvat stendur í hesum lutavtalum. Loyniligt, tá tað snýr seg um kapitalfyritøkur, merkir aloftast tað sama sum: FLÝGGJAÐ, tí tá neyðugt er at halda partar av avtaluni so loyniliga, at løgtingið heldur ikki fær at vita, hvat landsstýrismaðurin veruliga skrivar undir, ruggar alt ikki sum tað skal. KÁRI P. LÆTTUR AT DUPERA At innlendismálaráðharrin letur seg dupera av stóru tølunum og lyftunum hjá danska íløgugrunninum, er ikki so løgið, tí hansara vitan um realpolitikk, búskap, kapitalmarknaðin o.tl. kann liggja á eini 5-krónu. Hann er eitt lætt offur fyri serligu evnunum hjá dønum, at tosa klæðini av fólki og samstundis fáa tey at trúgva, at tey júst hava fingið nýggj klæði. Eiga vit veruliga onki so mikið at sær komið landsstýrisfólk ella onkran annan, sum hevur pondus og tyngd sum kann siga sum er: "Mamma, keisarin er spillnakin"!
Posted on: Sat, 29 Jun 2013 00:46:40 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015