Nú er aftur ein vika við at hvørva út í - TopicsExpress



          

Nú er aftur ein vika við at hvørva út í fortíðarinnarhavið. Aftur ein vika við stórt sæð bara góðum veðri. Fari at seta spurningin, um tað í nøkrum landi við so frælsum umstøðum til at gerast tað ein vil, nakrastaðni í heiminum hevur betri umstøður til at gerast til nakað enn júst her, og so at kunna fara undir víðari útbúgving í grannalondunum ella í landi í øllum heiminum eftir sjálvvali. - Eg eri troyttur at hoyra um hesa endaleysu jamran um, at FÓLKI FLYTIR AV LANDINUM". Farið væl við føroyingunum, sum búgva í Føroyum. At tað eru tey sum fara, ja tað er nátúrligt, og tað er tað í øllum londum. Føroyar hevur brúk fyri arbeiðssomum, vælútbúnum fólki, sum torir og vil ofra seg fyri landið. - Tað vera nøkur sum koma aftur til almenn og privat størv, men tað verða vónandi eisini tey, sum eftir loknað útbúgving koma aftur og seta arbeiðspláss á stovn. Og ikki minst, at vit hava politikarar sum gera landið meiri vinnuvinarligt enn tað í dag ljóðar frá, nú alt tyngri ok bæði á ein og annan hátt verða løgd á vinnulívið enntá við uppskotum frá vælútbúnum búskaparfrøðingum. Nei hálsið um. - Ok FB-vinir, gott vikuskifti, nú fari eg at hyggja eftir, hvussu fer at gangast hjá okkara fótbóltslandsliði. Gott vikuskifti!!! :-
Posted on: Fri, 06 Sep 2013 14:48:05 +0000

Trending Topics



x;">
165cm ,Confidence, Pretty, Good Attitude, Hardworking Girls for

Recently Viewed Topics




© 2015