Nú sá eg aftur hetta argumentið ímóti at samkynd skulu hava - TopicsExpress



          

Nú sá eg aftur hetta argumentið ímóti at samkynd skulu hava loyvi at giftast (við einum av sama kyni) á einum tráði herinni, nevniliga: at avmarka frían vilja hjá samborgarum er tað, sum okkara samfelag byggur uppá. Tað byggur uppá avmarkingar hjá tí einkulta, til gagns fyri heildina. Eg má viðganga, at eg skilji ikki argumentið. Eg vil tí spyrja, um onkur kann svara mær: Hvat gagn hevur heildin av, at forboð er ímóti at samkynd kunnu giftast við einum av sama kyni? Hvat gagn hava eg og tú av, at Sonja og Ronja ikki kunnu giftast við hvørji aðrari?
Posted on: Tue, 03 Dec 2013 00:04:30 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015