SILD OG MAKREL. Rópt hevur verið ov ofta: úlvurin kemur! og nú - TopicsExpress



          

SILD OG MAKREL. Rópt hevur verið ov ofta: úlvurin kemur! og nú kemur hann! Tá man hevur bjóða av, so er at vera til reiðar. Í kríggj er altið onkur, sum liggur afturá! At vit hava telvað vánaligt er langtsíðan gingið upp fyri flestu fólkum. Hvat teir, sum hava sett í gongd, hava vóna, er ilt at fáa eyga á. Tað er væl ongin innast inni, sum hevur hildið, at danir tóku hond um hetta, hvussu góðvarin kann mann vera? Danir hava síni at taka atlit til; í hesum føri m.a. nakrar tilfluttar føroyingar, sum nú eru danir. Nei, nú er at leggja tilrættis. Nýggj seljaralond og keyparalond! Onkur hevur víst á ymisk lond. Nógv lond eru ikki í EU, og verða betur fyri peningaliga. Vit hava dugnalig fólk, sigst. Nú verður tað avprøvað. Byggja nýggj skip at føra farm til og frá. Haldi sjálvur at nýggja skipið, sum skal føra farmin inn í Miðalhavið, skal fáa navnið: MARIA DAMANAKI.
Posted on: Wed, 31 Jul 2013 14:58:30 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015