Til minnis um mín góða vin Hans Johannus Henriksen - TopicsExpress



          

Til minnis um mín góða vin Hans Johannus Henriksen Skúvoy Møtti honum í Íslandi á Eyrabakka 1968 har vit róðu út við gørninum,men við hvør sínum báti,vit búðu í sama skúri.Hann var ein fittur og frintligur og ræskur maður,vit blivu vinir har yvuri.Hann kom til mín ein dagin í endanum á verstíðini og spurdi um eg vildi koma við honum til Grønlands at rógva út frá gomlu Føringahavnini tað summari,eg yvaðist ikki eina løtu,ein tann besta tíð í mínum lívi,eg var við honum aftur í 1970,hann hevði keypt ein av teimun gomlu Norðafar bátinum,hann kallaðist Morgunroðin.Hann lærdi meg nógv um at verða á sjónum,hjálpsamur var hann og ein góður formaður at verða við. Nú má eg siga honum eitt sísta farvæl,sjómaðurin mikli er farin sín seinasta túr hann er farin sína himmalsferð,góði Hans Johannus far í friði heim til harran Hvíl í friði góði vinur
Posted on: Fri, 22 Nov 2013 14:36:42 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015