Til sandoyingar, gongufólk og sílafiskarar og onnur sum ferðast - TopicsExpress



          

Til sandoyingar, gongufólk og sílafiskarar og onnur sum ferðast á Sandoynni. Týsdagin 23/7 var mín allarkerasti pápi og fiskaði á Sandoynni. Við sær hevði hann tvær av sínum allar allar allar bestu ognum: Hardy Flugutráðuna (í myrkabláum posa) og Abu Sleingitráðuna (í myrkagrønum posa). Men ávegis millum Lítlavatn og Hólmavatn eru tráðurnar báðar hoppaðar úr ryggsekkinum. Komin niðaná Hólmavatn uppdagar hann at tráðurnar báðar eru vekk, ólukkuligur leitar hann oman og niðan men kemur ikki framm á tær. Eftir svøvnleysa nátt fór hann aftur til Sands at leita ein heilan dag, men er enn ikki komin á tær. Fyri ein sílafiskara er hetta at missa sínar bestu tráður tað sama sum tá listamaðurin missur íblásturin - tí ein tráða er ikki bara ein tráða (skilst). So um nakar av tykkum ella vinum tykkara hevur hoyrt um onkran sum hevur funnið hesar báðar, bundnar saman, í hvør sínum posa, so høvdu vit verið sera takksom um tit lótu okkum vita. Lønin er lívslangt takksemi og um tit leggja í, so bindi eg tær fegin eina troyggju (eftir egnum ynski) sum takkarløn, tí eg vil fegin síggja elskaða pápa mín í hopla aftur skjótt. Takk fyri og deili endiliga har tað er viðkomandi.
Posted on: Fri, 26 Jul 2013 10:41:11 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015