Í seinastu viku hevði útvarpið tíðindi um, at bachelorar á - TopicsExpress



          

Í seinastu viku hevði útvarpið tíðindi um, at bachelorar á Søgu- og Samfelagsdeildini á Setrinum ikki sleppa inn á kandidat-lestur á Københavns Universitet og Aarhus Universitet. Hetta kundi skiljast soleiðis, at trupulleikin liggur á Setrinum. Tað ger hann ikki. Eg kenni bachelorar frá heimsins bestu universitetum, t.d. Oxford University í Bretlandi, sum heldur ikki eru komnir inn á yvirbygningar á KU. Og eg kenni eisini fólk, sum eru komin inn á topp-universitet í t.d. Bretlandi við BA-prógvum frá Setrinum. Orsøkin til "trupulleikan" er ein sera stringentur, konservativur og ófleksibul politikkur á Institut for Statskundskab á KU (har eg sjálvur havi lisið) og AAU. Onnur fakultet á KU eru nógv meiri fleksibul. Eg sigi ikki, at Setrið er fullkomið, als ikki, men tíðindini í útvarpinum kundu misskiljast.
Posted on: Wed, 03 Jul 2013 13:01:05 +0000

Trending Topics




© 2015