Hey øll :) Nú hava vit næstan 3.000 undirskriftir, (1200 í - TopicsExpress



          

Hey øll :) Nú hava vit næstan 3.000 undirskriftir, (1200 í einari og 1400 í hesari) har fólk taka undir við, at eg skal festa Fámara, so eg, Rakul og Rúni kunnu fortseta tað sum vit eru byrjaði uppá. 3000 undirskriftir er nógv, men eg veit, at so eru yvir 45.000 sum ikki hava skriva undir... Eg vil gjarna deila hetta enn einaferð og heita á tykkum um at skriva undir, fyri at stuðla, og at tit eisini deila hetta. Um øll skaffa 10 vinir, so er sloppið hjá okkum!!!! Útblakingarfreistin er ikki flutt enn, so um 25 dagar steðgar alt: Helvtina av djórunum mugu drepast, og eg, Rakul og Rúni flyta hvør sær. Fámara kemur at standa tómt og kalt aftur, fyri fyrstu ferð í 3 ár.. Eg veit ikki, men neyvan fortseta vit við somu gleði, um allar paragraffir verða fylgdar og vit so í vetur fáa "gleðisboðini" um at Búnaðarstovan valdi okkum sum best egnaða festara, og vit so aftur kunnu flyta til Fámara, við teimum djórunum, sum tá eru á lívi, bert fyri at fara undir enn ein vetur, og enn einum spiltum summari í taskuni. Vita hetta: Alt summari í fjørð kiksaði, tí tað bleiv brúkt til at vinna kæruna, har Búnaðastovan ólógliga seldi Fámara undan okkum. Eg veit ikki um vit hava orku til at missa eitt summar aftrat. Eg trúgvi sumrini eru vigtig, fyri at yvirliva í Fø! skrivunder.net/gevi_rakul_og_johan_famara
Posted on: Thu, 20 Jun 2013 17:09:26 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015