Kortið yvir sildastovnin, sum var víst í Deadline í kvøld, - TopicsExpress



          

Kortið yvir sildastovnin, sum var víst í Deadline í kvøld, var sera áhugavert. Tað stavar heilt víst frá fiskivinnuni í ES og Norra, sum rekur miðvísa lobby, og tað vísti, at nærum eingin sild er við Føroyar. Men samstundis ákærir henda sama lobby Føroyar fyri at hótta stovnin við fiskaríi á egnum øki - her nærum eingin sild altso finst, sambært teimum sjálvum... Tað hongur ikki saman og má kallast at blæsa og hava mjøl í munninum. Harafturat vísti kortið, at EINGIN sild er í ES-sjógvi... Hesum skuldi Jacob Vestergaard havt loftað, men tað kann vera ringt í beinleiðis sending. Stóri trupulleikin er, at tað er slíkt tilfar, fjølmiðlar fáa. Hvar eru tykkara grundgevingar? spyrja journalistar aftur og aftur - og tað gjørdi Krasnik eisini í kvøld. Svarið var at tað kemur, tað kemur... Og tað er altso ikki nóg gott, at landsstýrið ikki hevur framleitt greitt, lættskiljandi tilfar at leggja fyri øll, sum spyrja eftir tí. Lobbyisman hjá londunum, vit stríðast ímóti, hevur alt ov lætt spæl. Hóast vit "ikki samráðast við journalistar", sum landsstýrismaður plagar at siga, so hevur almenna umrøðan sera stóran týdning. Hetta má takast í nógv størri álvara!
Posted on: Sun, 04 Aug 2013 22:40:29 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015