Rakul skrivar: Í arbeiðnum við Visión Fámara blivu orðini: - TopicsExpress



          

Rakul skrivar: Í arbeiðnum við Visión Fámara blivu orðini: ”Meira enn bara Fámara” brúkt rættiliga ofta. Hetta var ikki bevíst, ella við vilja, ella hvat man skal siga.. Hetta var bara ein setningur sum bleiv við at dukka upp í mínum høvdi.. Ein nýggj føroysk bók eitur ”Tá ið tú ikki eigur orð”… Og tað var faktiskt akkurát tað, sum gjørdi, at tað var so torført at seta orð á spurningin – Hvat er Fámara… Eg føldi ikki at eg hevði nóg stórt, djúpt, víttfevnandi, kensluligt orðatilfeingi til, at eg kundi seta orð á, hvat Fámara er, so tað bleiv bara til ”Also, hetta handlar um meira enn bara Fámara”.. Hendan setningin fangaði Kristina Thomsen og síðani hevur hann verið eitt slogan og er blivin brúktur av mær, Johan og øgiliga nógvum øðrum fólkum… Tað virkar, sum um vit ikki hava orð fyri hvat tað er, sum vit meina.. Men vit vita øll somul, hvat vit meina og hvørjar kenslur og hvørjir tankar og hvørjir dreymar liggja aftanfyri setningin ”Meira enn bara Fámara”………. Elin Brimheim Heinesen skrivaði tað heilt øgiliga gott í greinini hjá sær ”Hví fyllir Fámara málið so nógv í hugaheiminum hjá fólki”, har hon m.a. vísir á, at Fámara er blivið eitt symbol uppá frælsishug, vón, rúmligheit, nýhugsan, persónligt frælsi, øðrvísi mátar at liva uppá osv. Hon samanber Fámarastríðið við søguna í Bíbliuni um Dávid og Goliat og sigur, at ”Summartíðir vilja vit bara hava, at Dávid vinnur á Goliat – ella, at nøkur øðrvísi fólk skulu hava loyvi og frælsi til at liva sítt øðrvísi lív, sum tey vilja, tí tað gevur okkum øðrum eina vón um, at um tey vinna, so kunnu vit onnur kanska eisini sleppa at útliva okkara dreymar…” (les greinina her: heinesen.info/wp/fo/blog/2012/06/29/hvi-fyllir-famara-malid-so-nogv-i-hugaheiminum-hja-folki/ ) Talan er sostatt, um immateriell virði, sum ikki kunnu gerast upp í pengum, men sum hóast alt hava eitt stórt virði. Fámara er eitt konsept.. Faktiskt er tað eitt óliðugt konsept.. Eitt konsept, sum vit øll eiga og, sum vit øll uppbyggja on the fly.. Rithøvundurin Stephen King sigur, at um man dugir eina bók, frá start til slutt, áðrenn man byrjar at skriva hana, so vil hon virka ”tonkt”. Bókin má spakuliga dannast/mennast, í prosessuni. Í hesum sambandi samanber hann tað við, at kunstnarar eru sum ærkologar: Man gongur har, sum man so ofta hevur gingið fyrr, men knappliga varnast man at okkurt glinsar í moldini.. Spakuliga bustar man støvið vekk, fyri at kanna hetta nærri, og man grevur og grevur, og skjótt uppdagar man, at hetta er ovasti gull-toppurin á einum kirkjuspíra.. Ja, man uppdagar knappliga, at man er í ferð við at útgrava ein giga katedral, ella kanska ein heilan bý!!!! Akkurát soleiðis síggi eg Fámara-konseptið: Johan, eg, Rúni og tit øll hava uppdagað toppin av onkrum fantastiskum og nú hjálpast vit øll somul at fyri at finna útav, hvat hetta er fyri nakað.. Vit hava uppá fornemmilsið, at hetta er okkurt øgiliga stórt og gott, sum kann broyta menniskjalív og sum kann gera Føroyar til eitt enn betri stað at liva og virka í. Vit eru øll í fer við at skapa hetta konseptið Fámara, og tað gevur samhørigheitskenslu, gleði, motivatión, spentheit, kensluna av vón og at man ger ein mun.. Vit eru øll í parti í hesum og tað skapar eisini eina vissa tjóðskaparkenslu, um man kann siga tað so.. So Fámara er ikki bara eitt stað í suðri.. Fámara er ikki bara eitt festi.. Tað er nakað nógv ”Meira enn bara Fámara”
Posted on: Sat, 22 Jun 2013 13:23:26 +0000

Trending Topics



eight:30px;">
Good Morning Determination for success Cricket is a very
loan for cash loan.for.cash.quiikloan7.appspot reo loans
"It is not enough for me to stand before you tonight and condemn
j1k0z808 China - Country Map Color Simple Mens Hoodie dk3u179
Quotes from a Biography on Woodrow Wilson - 28th president of the

Recently Viewed Topics




© 2015