Stórsigur til FF Klettar Í fótbólti er altíð - TopicsExpress



          

Stórsigur til FF Klettar Í fótbólti er altíð týdningarmikið, at liðið riggar í síni heild, og hetta varð júst tað, ið vit vórðu vitni til í gjár, tá ið 6. deild liðið hjá FF Klettar vitjaði Kick 8270. 13 mans, id ikki lótu sín part ligga eftir. Allir sum ein løgdu nógv fyri, og endaliga úrslitið endurspeglast eisini í felagsandanum. Ein dundrandi 10-2 sigur til okkara røsku menn, ið als ikki lótu fleskasteiks- og pylsuetandi mótstøðuleikararnar fáa fótin fyri seg. Í fótbólti er samstundis sera týdningarmikið, at liðið hevur einstaklingar, ið hava førleikar at avgera ein dyst. Í gjár var tað serstakliga einstaklingurin og millumliðið í álopspartinum, Sam Jacobsen, ið var primus motor og avgerandi orsøkin til, at vit vórðu vitni til ein væl skipað álopsspæl. Hóast Sam gekk á odda, bar álopsspælið kortini vitnisburð um, at vit, í klaksvíkinginum Signar í Frammistovu, hava funnið avloysaran fyri okkara stórspælandi álopsleikara og stórskjútta Jákup Olaf "Big Dunc" Johannesarson, sum var okkara stóra hóttan frammanfyri málið síðsta kappingarár. Signar hevur gott máltev sum fáur og altíð á rætta staðnum, tá ið bólturin skal bankast í kassan. Ein annar leikari, ið fekk sítt altavgerandi "gjøgnumbrot" í gjár, hóast hann hevur verið við frá byrjan og er bæði leikari, formaður og stovnari av felagnum, var Per Dávidsson Jacobsen. Í gjár vísti Per, at hann als ikki skal vera bangin fyri at standa í skugganum av lítlabeiggjanum Erling Dávidsson Jacobsen, id vit øll sjálvandi kenna frá føroyskum fótbólti. Í gjár skeyt Per hattrick, og tað er honum óluksáliga væl unt. Samanumtikið eitt fantastiskt liðavrik, har millumliðini í øllum ketunum gingu á odda. Í málinum var klettin Jákup Emil Hansen, ið ongantíð skuffar. Í verjuni hildu miðverjuleikararnir Teitur Rasmussen og Høgni S. Højgaard skansan og vardu væl. Á miðjuni, saman við Sam og Per, gjørdi bóltsnillingurin, vinstrabeinti og leirvíkingurin Magnus Skoralíð "tunnil" ferð eftir ferð til stórt forargilsi fyri mótstøðuleikararnar.Í álopinum varð Signar fóðraður við góðum bóltum frá vongunum Ragnar Zachariassen, Jákup Melchior Hansen og seinni Sigurð Højgaard. Í gjár sigraði felagsandin. Flott, dreingir. Haldið fram. Liðið frá byrjan: Jákup Emil Hansen - Christian Eli Jacobsen, Teitur Rasmussen, Høgni S. Højgaard, Áki Leitisstein Hansen - Jákup Melchior Hansen, Per Dávidsson Jacobsen, Magnus Skoralíð, Ragnar Zachariassen - Sam Jacobsen - Signar í Frammistovu. Útskiftarar: Sigurð Højgaard Esben H. Debess
Posted on: Fri, 13 Sep 2013 07:14:03 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015