Fyrst og fremst má eg biða øllum heima í Føroyum um orsaka. - TopicsExpress



          

Fyrst og fremst má eg biða øllum heima í Føroyum um orsaka. Eg hugsaði slettis iki um, at tá eg tók góða veðrið við mær til DK á føðingardegnum, bleiv veðrið samsvarandi verri í Føroyum. Men tað skal eg minnast til eina aðru ferð. Men eg skal í øllum førum veita tykkum mongu eina hjartans tøkk fyri góð ynski á degnum. Dagurin varð hildin í Struer í frálikum selskapi saman við familju og kenningum í og úr Danmark. Hetta saman við hummarum úr Tangafirði, toskaflaki og turrum fiski úr Barentshavinum, Dímunarkjøti, spiki úr Hvannasundi og donskum øli, meðan vín og cognac var ættað úr Fraklandi. Skotski løgurin kom als ikki á borðið, men ráð munnu kortini vera fyri tí eina aðru ferð ;) Onkur sigur kanska, at 40 er bara eitt tal, men eg haldi, at tað er nú, at lívið byrjar!
Posted on: Sun, 14 Jul 2013 22:34:29 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015