Tað ljóðar ørt í mínum oyrum at niðurleggja føðideildina - TopicsExpress



          

Tað ljóðar ørt í mínum oyrum at niðurleggja føðideildina í Sðuroy. Tað ber als ikki til!! Vit eru fólk, ið hava rætt til at vera heima sum longs, áðrenn vit skulu føða!!!! Eg havi átt øll míni trý her í oynni, og kann eg ikki ímynda mær at fara av oynni at eiga eitt barn. Sum nú er, so er eingin tyrla og við Smyrli tekur tað 3 tímar - vit mugu kempa fyri, at føðideilidin verður verðandi her. Tá Aksel Johannesn var landstýrismaður í heilsumálum, tá fór maður av húsum at mótmæla, tí vit her suðuri kendi okkum hátt - Nú ein miðflokkamaður vil niðurleggja føðideildina, tiga vit bara og samtykkja. Hetta er als ikki rætt! Vit eiga at kunnu føða børn - í tryggum rammum - eisini her í Suðuroy! Tað er eitt stórt afturstig at fara av oynni, undir vanligum umstøðum, at føða. Góða nátt!
Posted on: Fri, 27 Sep 2013 23:07:49 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015