To be or not to be a state - I Ofta verður tosað um at Føroyar - TopicsExpress



          

To be or not to be a state - I Ofta verður tosað um at Føroyar ikki klára seg nóg væl innan fyri ferðavinnuna. Serliga um vit hugsa um hvussu bergtakandi náttúru vit hava og ikki minst tað at Føroyar vóru valdar til "Best Island in the World" av National Geografic í 2007 Høvuðsorsøkin til at vit klára okkum nógv verri enn neyðugt er einfald. Føroyar eru ikki eitt land - ikki ein statur - og tí eru vit ósjónlig og órelevant at vitja fyri nógv ferðafólk. Latið okkum taka nøkur dømi. 1) Nógv fólk runt um í heiminum samla myntir, men tey umhugsa ikki føroyskar myndir tí teir eru ikki til, hinvegin samla nógv føroysk frímerkir, tí Føroyar hava haft "postverks fullveldi" síðan 1976 og framleiða frímerkir hvørt ár. 2) San Marino er ein sjálvstøðugur statur, ið er minni enn Føroyar. San Marino hevði umleið 3.000.000 ferðafólk seinasta á - og orsøkin fyri meginpartin av hesum vitjanum er tað faktum at San Marino er ein sjálvstøðugur statur. Nógv fólk samla statir og lond - á sama hátt sum onnur samla frímerkir og myntir. So leingi Føroyar ikki eru eitt sjálvstøðugt land, eru vit fullkomiliga óáhugaverd at vitja fyri ein stóran part av hesum ferðafólkum. Fullveldi fyri Føroyar vildu fingið føroysku ferðavinnuna at blomstra upp - tú kundi ikki funnið ein betur hátt at "branda" Føroyar sum eitt ferðamannaland - og tað góða við hesum er at tað hevði ikki kostað nakað í lýsingarpengum - stórt tal av ferðafólkum vildi komið hendavegin bara orsakað tað faktum at Føroyar vóru eitt sjálvstøðugt land. Føroyskt fullveldi hevði kunnað byrja eina blomstrandi ferðavinnu. Um tú vilt stuðla undir føroyska ferðavinnu, so átti tú eisini at stuðla føroyskum fullveldi: https://facebook/fullveldi
Posted on: Sat, 17 Aug 2013 20:10:17 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015