Ótrúligt at flestallir mínir fb-vinir hava øst seg allan dagin - TopicsExpress



          

Ótrúligt at flestallir mínir fb-vinir hava øst seg allan dagin um eina sending hjá DR. Sendingin eitur Horisont: Kvindeflugt fra Færøerne og hevur fylgjandi lýsing av innihaldinum: Kvinderne flygter fra Færøerne. Problemet er så alvorligt, at hver femte færing vil være væk om få generationer. Mændene savner kvinder - og er nu begyndt at finde dem på den anden side af jorden. Sjálvandi gav hon ikki eina dýpdargangandi analysu av orsøkunum og loysnunum upp á fólkafráflytingina - men tað hevði eg aldrin væntað av eini sjónvarpssending sum Horisont, sum í den grad skal uppfylla kriteriið um at vera undirhald. Tey sum kritisera, at sendingin lýsir ikki, hvussu tað er at búgva í Føroyum, at Føroyar er annað, at Havnin manglaði við pulserandi býarlívinum við konsertum, cafeum, barrum og náttklubbum, hava sjálvandi rætt. Men tað var - í mínum eygum - ikki endamálið við sendingini. Sendingin lýsti, hví (ein partur) av konufólkunum ikki tíma at búgva í Føroyum. Og hon lýsti eisini, hvussu summir menn hava taklað hesa støðu við at innflyta konufólk (eitt evnið sum í stóran mun er tagt burtur í føroysku fjølmiðlunum). Trupulleikin við manglandi konufólki er heldur IKKI so stórur í Havnini (soleiðis sum t.d. Flóvin Eidesgaard eisini hevur víst á her á FB) - í Havn er undirskotið í rundum tølum 200 meðan tað fyri restina av landinum er 2000. So tað er klárt, at tey skulu fokusera uppá, hví konufólk ikki tíma at búgva í útjaðaranum í Føroyum. Sendingin lýsti eisini (óbeinleiðis) fyri ein part nettupp, hvat fyllir í politiska landslagnum. Tað ger fiskur, landbúnaður, friðing av lunda, berghol til útjaðaran, strandferðsluskip, Fámará, Tjóðgarður í Koltri. Nýggir skúlar eru bygdir til allar miðnámsskúlar uttanfyri Havnina - seinasti nýbygningur landið hevur gjørt til miðnámsskúla í Havn var tá tann stásiligi studentaskúlin í Hoydølum var bygdur fyri nærum 50 árum síðani. Landið stuðlar gerð av ítróttarhøll á Sandi, o.s.fr. Alt ber til, bara tað er uttanfyri Havnina og hevur við tey hørðu virðini at gera - men at bøta um trivnaðin, og at hjálpa Havnini at vera lokomotivið, sum drívur restina av Føroyum framá - tað skítur løgtingið á. Sannleikin er at Havnin er ikki eitt miðstaðarøkið. Allar Føroyar - eisini Havnin - er ein útjaðari. Havnin er lokomotivið sum skal verða við til at dríva fram ÚTJAÐARAN Føroyar. Steðgar Havnin upp, so steðga Føroyar upp - latum okkum tí fara umborð og fáa lokomotivið í gongd við øllum vognunum. Eisini haldi eg, at tað er ótrúligt, at fólk ilskast inn á DR heldur enn okkara politikarar. Hetta er ikki ein nýggjur trupulleiki. Hann hevur eksisterað sera leingi og longu í 1960-unum (haldi eg tað var), varð ein bóklingur givin út um trupulleikan við kvinnufráflyting. Haldi at hon æt Maria Hansen, sum skrivaði hann, og í øllum førum var tað geografurin og lektarin Rolf Guttesen, sum skrivaði eitt formæli. Trupulleikin bleiv serliga sjónskur, tá p-pillarin so kom, tí tá steðgaði tað annars vaksandi burðartalið upp í Føroyum og síðani hevur gingið afturá við burðartalinum. Næsta stóra ávirkanin kom við massivu fráflytingini fyrst í 90-unum, sum enn sæst aftur sum ein rípa í demografisku tølunum. Tískil eru politikarar ferð eftir ferð ávaraðir um hetta í meiri enn eini 40 ár. Og teir hava einki gjørt. HETTA ilskist eg inná!
Posted on: Tue, 22 Oct 2013 23:08:41 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015