Her eru so nøkur ting eg havi hugsað um, nú øll kæra sína - TopicsExpress



          

Her eru so nøkur ting eg havi hugsað um, nú øll kæra sína neyð og grenj um hándverkarar uttanlanda. Hugdið eftir Dagur og viku eitt kvøldið, har tey gramdu seg um at ov nógvir føroyingar, vóru í oljuvinnuni uttanlanda, haldi talið var um 950, har teir sum oftast eisini rinda skatt, ergo "útnytta systemi", tí teir bara rinda samhaldsfasta sum er 1.75% um eg minnist rætt. Ein grein var í einum blaði við Eiriki av Húsamørk, sum er ein knalldygtigur stjóri, har hann eisini tosaði um órættvísi, um at teir sum arbeiða uttanlanda og rinda skatt har, brúka teir facilitetir í Føroyum, uttan at rinda skatt her heimi. Eg skilji væl hansara hugsjón um tað, men tað er langtsíðani, at føroyingar byrjaðu at arbeiða uttanlanda, tí her var onkið arbeiði. Hándverkara vinnan hevur ofta verið ógvuliga svingandi, frá at arbeiða 16-18 tímar um dagin, 6-7 dagar um vikuna, og yvir til at kanska fáa 15-20 tímar eina viku. Sjálvandi hava fólk leita sær aðrar vegir, har man kundi vinna sær betur pengar, og tryggari arbeiði, sjálvt um man fór frá familju í nakrar vikur. Nú úttalar Andras Róin seg um, at tað mangla so skítfult av hándverkarum í Føroyum, og at ongin far bygt nakað sum helst, sum tað ljóðar á lagnum. Nógv stór byggjaríðir skulu í gongd komandi tíðina, og tað endar nokk við at "antin bíleggja alt í elementum ella importera hándverkarar" sum Andras Róin segði. Ja tað er rætt, tað er nokk ein alvorligur mangul uppá hándverkarar. Og tað er sikkurt ógvuliga trupult hjá byggjuvinnuni hesa tíðina, tí teir tora kanska ikki at bjóða uppá nakað, tí teir mangla so nógv fólk. Og teir vita nokk eiheldur, hvussu longi teir hava tað fólkið í arbeiði, sum teir hava nú. At tær fyritøkurnar síggja pengar forsvinna ímillum hendurnar, tí teir ikki kunnu/torað bjóða uppá arbeiði, er sikkurt ófatiliga súrt. Men so hinvegin, fyritøkur sum PAM Offshore, byrjaðu fyri langari tìð síðani, at senda fólk av landinum, og geva hándverkarum arbeiði, sum oftast í Norra, tá onkið arbeiði var í Føroyum. At tað so eru blivnar nógvar fyritøkur, sum hava sæð hettar loysir seg væl, er so bara eisini gott, tí tað er arbeiðsskapandi fyri nógvar hándverkarar. Tann tímalønin man far í Føroyum, er ikki nakað at reypa um, tað vita sum so allir hándverkarar. Í nógv ár, hava arbeiðsmannalønirnar og hándverkaralønirnar, sum so gingið hond í hond (onkið ringt um arbeiðsmannin/kvinnuna). Men arbeiðsmaður/kvinnan hava havt eitt jarnbrot til at forhandla lønir fyri tey, og pent sagt hava vit hándverkarir ikki havt nakran serligan sum torur at forhandla fyri okkum. Og har av, er lønin altíð verið til grin. Lønin hjá einum hándverkara í dag er um 126 kr um tíman. Man kann seta tað skjótt upp, og siga at lønin fyri 4 vikurs arbeiði er 40x4=160 tímar. So 126x160=20160 kr fyri 4 vikurs arbeiði í Føroyum. So skal skattur av, sum er flatskattur :) so tá skatturin er farin av, hevur man umleið 12000 kr eftir. Hattar er ein ógvuliga leys útrokning. Í Norra er ikki heilt óvanligt at fáa bjóða eini 200 til 300 kr um tíman, ofta 12 tíma dag og 6 arbeiðsdagar um vikuna. So um man skal roknað tað skjótt út, so er tað 72x4=288 tímar. So um man tekur eitt miðaltal sum er 250 kr um tíman, so er tað 288x250=72000 kr. Og um man rindar skatt í Norra, verur tað vanliga rinda umleið 25%, og tað man tekur skattin av, hevur man so umleið 54000 kr eftir, fyri 4 vikurs arbeiði. Tá 4 vikur eru farnar, kemur man so ofta heim í 4 vikur, og har far man so ikki løn, tað vil so siga, at man skal dividera tað man hevur eftir fyri 4 vikur í 2, so man dekkar fyri tær 4 vikurnar man er heima, so 540002=27000 kr eftir um mánan. Men hettar er nokkso leys tøl, sum kunnu variera nógv frá firma til firma, og manni til mann. At teir sum eru uttanlanda, skulu leggjast undir at "útnytta systemi" haldi eg, er forbannað grovt at siga. Teir sum eru uttanlanda, búgva allir her, og forvunnu pengarnir, fara beinleiðis, út í tað føroyska samfelagið. Heilt frá einum taxabilið frá Auto á flogvøllinum, húsalán, pizza frá Hvonn, 20 prince frá Statoil í Skálabotnið, sjuss og øl frá Glitnir-LUUX-Mimir-Mojo, feria í Danland bíløgd frá Smyril Line o.s.v. Tað er reiður peningur, sum tað fólkið kemur inn í landi við. Og um man skuldi sett tað upp uppá ein annan máta, so kundi man sagt, tit koma allir 1000 heim í morgin, 300 elektrikkarar, 200 sveisarar, 300 timburmenn og 200 ymiskt blanda. 80 elektrikkarar fáa arbeiði, 40 sveisarar fáa arbeiði, og hitt blandaða kann man siga 100 fáa arbeiði. So stendur man við 780 arbeiðsleysum hándverkarum, sum allir fara uppá ALS, og eftir 2 ár er tann kassin tómur, og tað gjaldið fer niður í helvt, og tey sum virkuliga hava brúk fyri ALS svíða fyri tað. Um vinnan her heimi kann vísa á, at teir kunnu hava arbeiði klárt til 1000 ella kanska 1500 hándverkarar, so er bara at vísa á hvar teir skulu arbeiða, árðenn tað tíð, steðgið við tykkara evindaliga grenji, um at fólk arbeiða uttanlanda og skaffa pengar til landið, sjálvt um tað altíð ikki er í formi av lands/kommunuskatti. Og ja, eg arbeiði sjálvur uttanlanda og rindið mín skatt í Danmark, vegna tí dupultskatta avtaluna, sum er ímillum Føroyar og Danmark. Men hettar var so mítt hjarta suff um hattar. Eg komi aldrin at skriva nakað so langt aftur á Facebook, so tit sum tímdu at lesa alt, tit eru grov. Og tit sum ikki lósu alt, tit eru sikkurt eisini grov 󾰀
Posted on: Fri, 20 Sep 2013 17:11:50 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015